HB vann Cadburysteypið – B36 vann Blaðberasteypið

Leygardagin vóru tvær steypafinalur spældar á Tórsvølli. HB vann Cadburysteypið, meðan B36 fór avstað við Blaðberasteypinum, skrivar Fótbóltssambandið

U15-dreingirnir hjá HB fegnast um 2-0 sigurin á Víkingi í finaluni um Cadburysteypið - Mynd: Bjarni Enghamar

Leygardagin vóru tvær steypafinalur spældar á Tórsvølli. HB vann Cadburysteypið, meðan B36 fór avstað við Blaðberasteypinum, skrivar Fótbóltssambandið. Aftur leygardagin var Tórsvøllur karmur um tvær steypafinalur í yngru deildunum. Hesaferð vóru tað U15 og U17 Dreingir, ið kappaðust um ávikavist Cadburysteypið og Blaðberasteypið.

 

Við hvør sínum máli í finaluni um Cadburysteypið, syrgdu Jákup Egholm og Dávid Reynheim fyri, at steypið verður standandi í HB-húsinum í øllum føri í eitt ár afturat. Í finaluni møttu teir reyð-svørtu Víkingi, og eftir málleysan fyrra hálvleik, bleiv dysturin meir ella minni avgjørdur tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Fýra minuttir eftir hvíldina legði Jákup Egholm HB á odda, og lítla løtu seinni økti Dávid Reynheim, ið eisini bleiv kosin til dagsins leikara, til 2-0.

 

B36 og 07 Vestur spældu um Blaðberasteypið

 

Í finaluni um Blaðberasteypið fór B36 avstað við sigrinum og steypinum. Árstalsfelagið vann 3-0 á 07 Vestur, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

 

Mattias Hellisdal skoraði til 1-0, Tobias Hansen økti til 2-0, áðrenn Mattias Hellisdal, ið bleiv valdur til besta spælara í finaluni, aftur gjørdi um seg, og við einum framúr fluktara slerdi 3-0 sigurin fastan.

 

Skráin / Steypafinalur 2022

 

Mikudagin 19. oktober

 

Kl. 18:00 KÍ – Skála (U13 Gentur)

 

Fríggjadagin 21. oktober

 

Kl. 18:00 Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

 

Leygardagin 29. oktober

 

Kl. 15:00 HB – KÍ (Steypakappingin kvinnur)

 

Kl. 19:00 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)

 

##ms##

 

U15-dreingirnir hjá HB fegnast um 2-0 sigurin á Víkingi í finaluni um Cadburysteypið - Mynd: Bjarni Enghamar