HB vann finaluna á NSÍ

Í brotssparkskapping millum NSÍ og HB endaði tað 5-3 til HB

Føroyameistararnir í HB hava vunnið ársins fyrstu fótbóltskapping. Í finaluni ímóti NSÍ á Tórsvølli í kvøld stóð tað 1-1, tá ið ásetti hálvi tímin var farin. Fróði Benjaminsen legði HB framum beinanvegin eftir horna, og fram ímóti dystarenda javnaði Jens Joensen eftir horna.

Í brotssparkskappingini umsetti HB øll skotini til mál, meðan NSÍ misnýtti eina roynd.

Brotssparkskapping

HB-NSÍ

1-0: Fróði Benjaminsen

1-1: Magnus Olsen

2-1: Tróndur Jensen

2-2: Albert Róin Johannesen

3-2: Kristin R. Mouritsen

3-3: Sjúrður Jacobsen

4-3: Andrew av Fløtum

Andy Olsen misnýtti, bólturin brast i stólpan

5-3: Teitur M. Gestsson

 

 

 

---

Tað endaði 1-1 í finaluni á Tórsvølli. Fýra minuttir undan leikloki svaraði NSÍ aftur, tá ið Jens Joensen eftir horna skoraði fyri NSÍ.

Nú verður í brotssparkskapping avgjørt, um tað verður NSÍ ella HB, sum skal vinna fótbóltskappingia.

Andras Gango er aftur í NSÍ málinum.

---

20 minttir eru farnir av finaluni, og harvið eru tíggju minuttir eftir. Beinanvegin legði HB seg framum við máli, sum Fróði Benjaminsen stútaði eftir hornaspark. Síðani hevur HB havt tveir stórar møguleikar. Heini Vatnsdal rakti ikki málið, tá ið hann var í góðari støðu, og innskifti NSÍ málverjin, 16 ára gamli Karsten Hansen, bjargaði, tá ið Andrew av Fløtum royndi seg.

Klæmint A. Olsen varð skaddur fyrr í dag, so hann er ikki á NSÍ liðnum.

 

HB: Teitur M. Gestsson – Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Pál M. Joensen (Bartal Wadum) – Bárður J. Heinesen, Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen – Andrew av Fløtum

 

NSÍ: Andras Gango (Karsten Hansen) – Monrad Holm Jacobsen, Leivur Højgaard, Jens Joensen, Albert Róin Johannesen - Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Andrias á Líknargøtu (Des Danielen) – Andrias Poulsen (Andrias á Líknargøtu) – Meinhard Olsen