Liðini í vodafonedeildini eru byrjaði av álvara at fyrireika seg til komandi kappingarár, sum byrjar um smáar tveir mánaðir.
Í kvøld spældu HB og AB venjingardyst í Gundadali. HB vann dystin 1-0. Hálvleiksstøðan var 1-0. Argjamaðurin hjá HB, Rógvi Poulsen skeyt sigursmálið seint í fyrra hálvleiki.
Áðrenn HB kom á odda brendi AB eitt brotsspark. Tann bert 17 ára gamli Alex Mellemgaard var settur at skjóta, men hann rakti tvørtræið.
Landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, sum hevur havt sáttmála við Keflavík í smá fimm ár var við á liðnum hjá HB í kvøld.