HB er ein av heilt stóru favorittunum at vinna meistaraheitið í ár. Tað staðfestu teir svørtu og hvítu í Gundadali mikukvøldið, tá B36 varð sent av vøllinum við einum 3-0 tapi. HB er enn ósigrað í teimum sjey dystunum steypakappingini.
B36 er hinvegin komið í ein aldudal, og hetta var triðja tapið á rað í steypakappingini.
Eingin ivi var um, at HB var betra liðið, og úrslitið talar fyri seg. Tað sást beinanvegin, at HB var vandamiklari frameftir vøllinum. Uni Arge var tann fremsti áleyparin, og hann fekk góðan stuðul frá Andrew av Fløtum og Jón Róa Jacobsen í borðunum. Tað vóru eisini hesir báðir, sum løgdu upp til málini hjá Una.
HB fekk tann fyrsta málmøguleikarn longu eftir fýra minuttir. Rangstøðufellan hjá B36 miseydnaðist, og Jón Rói varð sendur avstað í høgru síðu. Hann var leystur við málverjanum, men tað var heldur spískt, og René Tórgarð bjargaði.
Fyrsta málið kom eftir 18 minuttir, og tað var samstarv millum Andrew av Fløtum og Una Arge. Andrew fór ígjøgnum í vinstru síðu, dróg inn í brotsteigin og legði inn til Una Arge, sum langaði til við vinstra beini uttan møguleika hjá René at bjarga. Tú hevði longu tá eina kenslu av, at HB fór at vinna dystin.
B36 royndi at svara aftur, og Jákup á Borg hevði ein góðan møguleika stutt eftir fyrsta málið, men skotið fór framvið.
Din Sandu var eisini nær við at javna, tá hann setti høvdið á bóltin eftir hornaspark. Rúni Nolsøe var tó á strikuni og beindi bóltin burtur. So B36 var tó ikki heilt fyri ongum fyri steðgin.
B36 vildi eisini hava brotsspark, tá John Petersen royndi at leggja innfyri. Bólturin rakti hondina hjá Jan Dam, men dómarin dømdi horna ístaðin. Annars kann sigast, at Niklas á Líðarenda kanska lat í so nógv um seg ganga fyri steðgin.
Tað var tó HB, sum økti um leiðsluna. Tíðin var farin, men Niklas legði nakrar minuttir afturat, og tað kom HB til góðar.
Aftasti maðurin hjá B36 liggur nakað djúpt, og tí var Jón Rói Jacobsen ikki rangstaddur, tá Hallur Danielsen sendi hann avstað í vinstru. Uni Arge, sum stendur leysur í brotsteiginum, fær bóltin og langar til fyrstu ferð. 2-0 til HB.
HB økir
Hetta málið kom rættiliga illa við hjá B36, tí beint aftaná blásti dómarin fyrra hálvleik av. HB hevði sera góð kort á hondini nú.
Bara fýra minuttir inn í seinna hálvleik økti liðformaðurin Rúni Nolsøe um leiðsuna. Hann kom at standa púra leysur í brotsteiginum eitt sindur høgrumegin málið. Hann ivast ikki, men langar til framvið einum hjálparleysum René.
B36 hevði stórar trupulleikar í verjuni, og HB-ararnir dugdu væl at gera sær dælt av hesum. Minuttin seinni var aftur boð eftir B36-verjuni. Uni Arge skallar, men René bjargar meistarliga.
Tað kann sigast um HB sum heild, at teir tóktust grammari og ídnari um allan vøllin. Teir vóru raskari at jagstra bóltarnar, og hetta tók B36 á bóli.
Hóast HB var trý mál frammanfyri fall B36 als ikki í fátt, men royndi at leggja trýst á. Hetta eydnaðist eisini, tí HB tók seg samstundis eitt sindur aftur á vøllin at verja leiðsluna.
B36 fekk tá fleiri møguleikar at minka um munin, men hepni var ikki við teimum henda dagin.
Misnýtt brotsspark
John Petersen var sekur í at misnýta fyrsta møguleikan. Jákup á Borg leggur innfyri úr høgra borði, og John Petersen kom at standa púra leysur frammanfyri málinum. Hann skuldi bara seta høvdið á bóltin, men hann brast í stongina. Tá var hálvur tími eftir, og eitt mál tá hevði avgjørt givið B36 vónina aftur.
Tað var tó óskiljandi, at venjarin hjá B36 ikki framdi broytingar á liðnum, sum kundu givið álopsspælinum meira flog, tí HB verjan hevði fyri tað mesta tamarhald á støðuni. Tá hann skifti út, vóru tað útskiftingar, sum ikki høvdu nakrar broytingar við sær.
Tá einir tjúgu minuttir vóru eftir, fær B36 brotsspark. Karl Leonsson spælir til Bárð Mortansson, sum vendir sær hegnisliga og dregur móti baklinjuni. Tá hann leggur innfyri rakar bólturin hondina hjá Jan Dam. Hesuferð peikar Niklas á blettin. Bárður Mortansson hevði annars ikki nakran góðan dag móti gomlu liðfeløgunum.
Jens Kristian Hansen verður settur at taka brotssparkið, men Bárður Johannesen í málinum lesur skotið av og bjargar. Eftir hetta fall B36 heilt í fátt, og HB-arar kundu kenna seg tryggar í sigrinum.
Báður Johannesen hevði ein góðan dag í málinum. Hann var tryggur í luftspælinum og hevði nakrar góðar bjargingar. Eisini Jan Dam spældi væl, og áleypararnir hjá B36 fingu ongantíð frið.
HB man nú vera favorittur at vinna steypakappingina. Teir spældu góðan álopsfótbólt vóru kaldir frammanfyri málinum í avgerandi løtunum.
Dysturin í tølum:
HB-B36 3-0 (2-0)
1-0: Uni Arge
2-0: Uni Arge
3-0: Rúni Nolsøe
HB: Bárður Johannesen ? Jan Dam, Jóhannus Joensen, Hans á Lag ? Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen (Nicu Dogaru) ? Andrew av Fløtum (Vagnur Mortensen), Uni Arge, Jón Rói Jacobsen
B36: René Tórgarð - Egil Zachariasen, Áki Mørk (Karl Leonsson), Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen ? Jákup á Borg, Kenneth Jacobsen (Niels Joensen), Din Sandu, Magni á Lakjuni, John Petersen, Bárður Mortansson (Heini í Skorini)