90 min
3-0
HB hevur í dag tryggjað sær trý stig í nógva vindinum á Vágseiði.
Tíggju minuttir fyri leiklok økti Símun Samuelsen upp á brotsspark um leiðsluna til 2-0. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Tór-Ingar Akselsen var feldur í brotsteiginum.
Stutt undan at vanliga leiktíðin var fvarin, økti Tór-Ingar Akselsen um leiðsluna til 3-0. Hann var púra blankur eftir fínt HB álop.
Nú loysti hann avfallið av í Vági!
Liðugt!
70 min
0-1
Tað er einki, sum bendir á, at heimaliðið fer at megna at svara aftur. Fótbóltsspælið hjá HB er vorðið betri, nú teir hava vindin ímóti. HB hevur spælt seg til fleiri góðar møguleikar, og Stanislav Kuzma í FC Suðuroy málinum hevur fleiri ferðir seinastu løtuna bjargað meistarliga væl.
FC Suðuroy hevur á ongan hátt dugað at fingið gagn av vindinum, sum heimaliðið í 2. hálvleiki hevur undan.
55 min
0-1: Rógvi Poulsen
Eftir hornasparksinnlegg úr høgru var miðvallarin rættuliga leysur í brotsteiginum, tá ið hann tamdi bóltin og smekkaði hann í málið.
Hóast HB hevur fríska vindin ímóti, so eru tað gestirnir, ið hava lagt nógv bragdligari fyri eftir hvíldina. Heimaliðið hevur ikki enn megnað at seta HB verjuna undir trýst.
---
45 min.
0-0
Tað er framvegis málleyst á Vágseiði, har meistararnir í HB vitja ídag.
Tað er nógvur vindur á Vágseiði, og vindurin argar so tað er torført at fáa tak á rættuligum fótbóltsspæli. Ikki minst tá ið talan er um deyðbóltsstøður, er tað torført at fáa bóltin at liggja, og orsaka av vindinum eru sendingarnar ikki so neyvar.
HB hevur í 1. hálvleiki havt vindin undan. Gestirnir løgdu fyri sum eitt óløgi, og fyrsta korterið høvdu teir 7-8 hornaspørk, uttan at serliga vandamiklar støður stóðust av.
So við og við fótaði heimaliðið sær, men FC Suðuroy hevur ikki verið vandamikið í 1. hálvleiki.
Eftir steðgin verða fyritreytirnar øðrvísi, tí tá fer FC Suðuroy at hava vindin undan.
FC Suðuroy-HB
Dómari: Lars Múller
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma ? Dan Djurhuus, Suni úr Hørg (Heini Bech, 81.), Heini Vatnsdal, Teitur Tausen ? Martin Tausen, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø (John T. Poulsen, 84.), Mamuka - Obi Charles (Henning G. Joensen, 84.) - Jón Krosslá Poulsen
Gult kort: Jón Krosslá Poulsen, Suni úr Hørg, Heini Bech, Heini Vatnsdal
HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Doddi, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen - Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen (Kári Nielsen, 90.), Milan Kuljic, Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 90.), Andrew av Fløtum (Levi Hanssen, 76.)