EB/Streymur og HB eru tey bæði liðini, sum royna at elta oddaliðini í formuladeildini, og í dag brustu tey bæði saman í Streymnesi. Og tað vóru gestirnir úr HB, sum fóru avstað við øllum.
Tað var annars EB/Streymur, sum fekk betru byrjanina upp á dystin, tá Sorin Anghel fekk høvdið á eitt innlegg frá Arnbjørn Hansen, tá eitt gott korter var farið av fyrra hálvleiki. Bólturin endaði í málinum, og so var 1-0.
Lítla løtu seinni javnaði HB, tá EB/Streymur gjørdi eina stóra verjuvillu. Bólturin endaði hjá Milan Kuljic, sum smekkaði til, og bólturin sat heilt úti við stólparótina, og so var 1-1.
Og tað gingu bert góðir fimm minuttir, so var aftur mál til HB. Andrew av Fløtum sendi eitt innlegg inn í brotsteigin, har Rógvi Jacobsen fekk høvdið á. Bólturin endaði hjá Páll M. Joensen, sum sendi hann í málið til 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki royndi EB/Streymur at trýsta HB, og teir fingu fleiri stórar kjansir. Í málið vildi bólturin tó ikki, og sostatt endaði dysturin við 2-1 sigri til HB.
EB/Streymur-HB 1-2 (1-2)
1-0 Sorin Anghel
1-1 Milan Kuljic
1-2 Páll Mohr Joensen