HB vann trivaligan sigur

1. DEILD: Sigurin á heimavølli ímóti Skála var tann fyrsti síðani 30. mars

 

Pílarnir eru av álvara farnir at vísa rætta vegin hjá HB. Sunnudagin vann besta liðið fulla úrtøku í landskappingini, mikukvøldið spældi besta liðið seg í steypafinaluna, og í dag vann næstbesta liðið.

Teir næstbestu hjá Skála vóru gestir í Gundadali, og teir noyddust til hús við 4-1 tapi. Hetta var fyrsti HB sigurin á heimavølli í ár og fyrsti sigurin síðani 30. mars, tá ið HB vann 3-2 á Sandi.

Hjá Skála var hetta fyrsta tapið síðani 13. apríl. Síðani hevur Skála fýra ferðir spælt javnt, inntil tað í dag endaði við trivaligum tapi í Gundadali.

HB var frammanfyri 4-0, áðrenn Leivur Zachariassen tríggjar minuttir undan leikloki og eftir hornaspark minkaði um munin til 4-1.

Rói av Fløtum legði HB framum í miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og stutt undan steðginum økti Daniel Johansen um leiðsluna til 2-0. Tað var eftir hornaspark.

Eitt stórt korter eftir steðgin var Rói av Fløtum aftur á blettinum, og eitt korter var eftir, tá ið Jón Krosslá Poulsen skoraði til 4-0, og so var tað, at Skála lítla løtu undan leikloki skoraði.

Sigurin ber við sær, at HB nú hevur átta stig, og Skála hevur ellivu stig.

Í tólvta umfari skal HB spæla á útivølli ímóti B68, og Skála fær vitjan av KÍ.

https://www.in.fo/myndasavn/