HB var stóri vinnarin

Fyri einum mánað síðani hevði eingin roknað við tí, men nú er tað veruleiki. NSÍ er fremsti avbjóðarin hjá HB, sum eftir 10. umfar aftur er oddalið.

Í gjár vísti HB í Vági, hvørjar knotur eru í meistaraliðnum. Undir torførum umstøðum megnaði toppliðið tað, sum fleiri av hinum ikki hava megnað, nevnliga at vinna sannførandi sigur á útivølli ímóti FC Suðuroy.

Nú 10. umfar er av, vísti tað seg, at HB sigurin var serliga søtur. EB/Streymur, Víkingur og B36 fingu bara eitt stig burtúrúr, og ÍF, sum eftir 9. umfar var á toppinum, heilkiksaði á heimavølli ímóti NSÍ.

Hetta var sætti sigurin á rað hjá NSÍ, sum harvið er fremsti avbjóðarin hjá HB.

Teir í Runavík eru flúgvandi, og á Skálafjarðarstevnu um tvær vikur fáa teir á heimavølli møguleikan at vinna sjeynda sigurin á rað, tá ið FC Suðuroy fer at vitja.

Meðan alt ber til í Runavík, so ber einki til á Toftum. Burturúr fimm teimum seinastu umførunum hevur B68 ikki fingið meiri enn eitt stig, og nú er B71 bara eitt stig aftanfyri B68, sum harvið so smátt er farið at teljast millum botnliðini.

Sandoyingar vóru undan 10. umfari á aftasta plássi, men nú er tann sessurin í hondunum á FC Suðuroy, sum saman við AB er undir strikuni. Í 11. umfari skulu argjamenn suður á Sand!

Í hesi vikuni fer landsliðið til Luksemborg at spæla vinadyst. 11. umfar í landskappingini verður tískil ikki fyrrenn um tvær vikur.

 

10. umfar

ÍF-NSÍ 3-5 (2-1)

1-0: Nenad Saric 2.

1-1: Einar T. Hansen 25.

2-1: Øssur Dalbúð 45.

3-1: Dánjal á Lakjuni 54.

3-2: Debes Danielsen 66.

3-3: Jústinus R. Hansen 71.

3-4: Jann Ingi Petersen 78.

3-5: Karoly Potemkin 90.

Reytt kort: Poul EnniGARÐ, ÍF, 90., Kaj Ennigarð, ÍF, 90. (2 gul), Karoly Potemkin, NSÍ, 90.

 

FC Suðuroy-HB 0-3 (0-0)

0-1: Rógvi Poulsen 53.

0-2: Símun Samuelsen br 75.

0-3: Tór-Ingar Akselsen 85.

 

AB-Víkingur 1-1 (0-0)

1-0: Stig Roar Søbstad 50.

1-1: Áslakur R. Petersen 52.

 

B36-EB/Streymur 1-1 (0-0)

1-0: Jákup á Borg 53.

1-1: Gudmund Nielsen 71.

 

B71-B68 1-0 (0-0)

1-0: Símin Hansen 90.

 

Støðan eftir 10 umfør

HB 21

NSÍ 19

ÍF 18

Víkingur 16

EB/Streymur 15

B36 14

B68 10

B71 9

AB 7

FC Suðuroy 6

 

11. umfar

12. juni

NSÍ-FC Suðuroy

EB/Streymur-ÍF

13. juni

B71-AB

B68-B36

HB-Víkingur