HB var sum í gomlum døgum

Við 2-1 tapi á ólavsøku misti KÍ týdningarmikil stig í kappingini við Víking um oddasessin

Tað er sera gott lag í HB leguni. Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð á ólavsøku, og HB hevur vunnið 2-1 ímóti KÍ í einum dysti, har tað í løtum var gott spæl, og har tað alla tíðina var lagt ógvuliga nógv fyri.

 

At sigurin hevur sera stóran týdning í HB sæst og hoyrist, nú tað er óvnaliga stórur fagnaður í HB skýlinum, og áskoðararnir floyma inn á vøllin.

Sigurin ber við sær, at HB vinnur seg fram á fimta plássið, og KÍ missir í kappingini við Víking um oddasessin. Síðstu umførini hevur KÍ tapt bæði ímóti B36 og nú ímóti HB.

 

KÍ var greitt oman á fyrsta hálva tíman, og klaksvíkingar løgdu seg framum, tá ið átjan minuttir vóru farnir.

Eftir gott uppspæl í vinstru og flatt innlegg frá Ísaki Simonsen var tað Páll A. Klettskarð, sum við fremra stólpa beindi bóltin í handara síðunetið.

Løtuna eftir málið var KÍ omaná, og næsta málið lúrdi. HB var ikki serliga sannførandi hesa løtuna, men so vendi tað, tá ið HB javnaði. Eftir fínt uppspæl var tað Øssur Dalbúð, sum av brotsteigarmarkinum og mitt fyri sendi bóltin dygst inn við stólparótini.

Tá fótaði HB sær væl betri, og fram ímóti steðginum gekk tað javnt á, uttan at talan var um upplagdar málmøguleikar.

Eftir steðgin legði HB bragdligari fyri. Hugburðurin var góður, heimaliðið vann flestu nærdystirnar, og tað var ikki óvæntað, tá ið Adrian Justinussen legði HB framum 2-1.

Síðsta hálva tíman gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB. KÍ royndi at leggja trýst á, og tað vóru spentar støður frammanfyri Teit Matras Gestsson, uttan at tað eydnaðist at javna.

 

Ólavsøkuhýrurin er góður í Gundadali, har tað eru kanska trý túsund áskoðarar, nú HB fær ólavsøkusteypið og uppaftur týdningarmikið fyri Havnar Bóltfelag, at tað loksins eydnaðist at vinna trý stig ímóti einum av toppliðunum.

 

Beinleiðis frásøgn var her á in.fo

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

%5Bmatch%5D=369&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=2adfa34d85085a725e0a84fb95201cee

 

HB-KÍ (1-1)

Dómari: Petur Reinert

0-1: Páll A. Klettskarð

1-1: Øssur Dalbúð

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Warum, Ári Mohr Jónsson – Rókur Jespersen, Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Øssur Dalbúð, Símun Samuelsen – Sebastian Pingel

KÍ: Kristian Joensen – Ólavur Niclasen, Jonas Flindt Rasmussen, Hørður Askham, Ísak Simonsen – Albert Adu, Semis Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð