Tað var málleyst, tá ið fyrri hálvleikur var liðugur í Runavík, har NSÍ í góðum várveðri í kvøld hevði vitjan av HB.
Í seinna hálvleiki var tað hendingarríkt. Átta minuttir eftir steðgin varð HB undirmannað, tí Suni Wardum sá reytt. Men teir í HB vóru ikki meiri skelkaðir enn so, at teir minuttin eftir útvísingina løgdu seg á odda. Leivur Fossdal Guttesen setti hol á, og Áki D. Samuelsen, sum var sera eyðsýndur, átti uppleggið.
So gekk bara ein minuttir, áðrenn tað aftur var mál. Áron Høj javnaði til 1-1, og Hans Marius Davidsen átti uppleggið.
Tað vóru spentar støður í báðum brotsteigunum og eisini góðiar málmøguleikar.
Michal Przybylski, sum var á HB liðnum alla tíðina, skoraði sigursmálið, tá ið tað restaði eitt korter. Tað var eftir horna úr vinstru og tvær ferðir aftur og fram, og aftur var Áki D. Samuelsen sentralur í uppspælinum.
Úrslitið ber við sær, at HB hevur 15 stig, og NSÍ hevur 17 stig.
Hjá NSÍ avloysti Mórits Heini Mortensen beinanvegin eftir steðgin Aron Knudsen.
Hjá HB vóru báðir teir útlendsku spælararnir á vøllinum alla tíðina. Sunday Oche Oden var vongverji í vinstru, og Moro Ibrahim var vongverji í høgru.
Hesi bæði liðini hava nú frí frá landskappingini fram til 12. juni, tá eigur HB heimavøll ímóti AB, og NSÍ eigur heimavøll ímóti KÍ.