HB verður betri í Finnlandi

Fótbóltur: Og vit hava 60 prosents møguleika at halda fram í kappingini, heldur Ion Geolgau

SVANGASKARÐ: ? Í annaðkvøld hava tit frí frá venjing, men tá skulu tit svimja og mýkja vøddarnar. Fríggjakvøldið klokkan seks síggjast vit í Gundadali.

Hetta vóru fyrstu orðini, HB venjarin Ion Geolgau, hevði at heilsa spælarunum við, tá hann trein inn í umklæðingarrúmið, har sigarføringin var høg eftir 2-0 sigurin. Og harvið markeraði venjarin, at hann longu var farin undir fyrireikingarnar til uppgerðina í Vaasa ólavsøkudag.

HB fer av landinum mánadagin, og uttan iva verður størsti spenningurin hjá mongum á ólavsøku, hvussu tað fer at hilnast í Finnlandi.

? Vit hava størri møguleika at vinna samantalt, enn teir hava. Skal eg seta partar á, so gevi eg okkum seks av tíggju. Tað var sera týdningarmikið, at teir ikki skoraðu í kvøld. Megna vit at fáa eitt mál á útivølli, so skulu teir skora fýra ferðir, og so verður tað torført hjá teimum, men útgangsstøðan er eisini torfør hjá teimum.

Ion Geolgau ásannaði, at spælið var ikki alla tíðina tað, hann hevði vilja havt sínar menn at víst, men hann vildi á ongan hátt lasta avrikið:

? Tá tú hevur vunnið 2-0 fert tú ikki at kritisera avrikið, men eg vil siga tað soleiðis, at HB verður í minsta lagið tíggju prosent betri um eina viku, enn vit vóru í kvøld. Tú skalt minnast til, at vit hava ikki spælt týdningarmiklan dyst síðani síðst í juni, og tað sást væl, serliga í 2. hálvleiki.

HB venjarin vildi ikki taka nakran av sínum spælarum framum nakran annan:

? Talan var fyrst og fremst um eitt liðavrik, og eg eri nøgdur við hugburðin hjá spælarunum.