HB verður meistari í september

Nú eru tíggju stig frá HB og niður til ÍF

27. og síðsta umfarið í ársins landskapping verður leygardagin 26. oktober. Skráin sigur, at trý umfør eru á skránni í oktober. Eftir 18. umfar og harvið eftir at tveir triðingar av landskappingini eru lagdir afturum, er HB tíggju stig frammanfyri næsta kappingarneytan. Harvið er tað rættuliga sannlíkt, at HB fer at tryggja sær FM heitið á mikkjalsmessu, 2. september, tá ið HB í 24. umfari eigur heimadyst ímóti 07Vestur.

 

5-1 úrslitið sigur, at HB var ógvuliga sannførandi ímóti TB við Stórá í Trongisvági. Umframt egið avrik og úrslit so løgdu favorittarnir seg uppaftur tryggari á FM kósina, tá ið ÍF snávaði á Svangaskarði, har NSÍ nú hevur heimavøll. NSÍ vann 3-2. Sigursmálið skoraði Einar Tróndargjógv við brotssparki, tá ið tíðin var farin og tað mesta av teimum fimm minuttunum, sum vórðu lagdir aftrat. Úrslitið á Svangaskarði saman við úrslitinum í Trongisvági bera við sær, at HB nú er tíggju stig frammanfyri ÍF. Fuglfirðingar fáa sunnudagin 6. oktober vitjan av HB. Tá kann tað væl vera, at tað longu verður greitt, at HB hevur vunnið FM heitið.

 

Hóast ÍF tapti í dag, so er fjarstøðan frá silvurplássinum og aftur til næsta liðið framvegis átta stig. EB/Streymur tapti 2-0 í Gundadali ímóti B36, sum nú bara er eitt stig frá sundalagsmonnum, ið eru á bronsuplássi. Tá eigur at vera havt í huga, at EB/Streymur eigur ein dyst ímóti NSÍ til góða.

 

Víkingur vann 2-1 í Klaksvík, og harvið hava Sigfríður Clementsen og hansara menn lyft seg væl og virðiliga frá niðurflytingini, sum leingi hótti. Tá eigur at vera havt í huga, at Víkingur eigur dyst til góða ímóti 07Vestur.

 

KÍ er framvegis omanfyri strikuna, men tað er mest orsaka av, at tað ikki eydnaðist TB at vinna stig. Eyðun Klakstein hevur havt ábyrgdina av KÍ liðnum í níggju dystum, og enn verður bíðað eftir fyrsta sigrinum.

 

Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður mánakvøldið, tá ið AB fær vitjan av 07Vestur. Um sigursrøðin hjá AB heldur fram, so leypa argjamenn bukk um klaksvíkingar.

 

Úrslit

KÍ-Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Hanus Jacobsen br 20.

0-2: Finnur Justinussen 61.

1-2: Páll A. Klettskarð 90.+5.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein (Johan Jacobsen, 79.), Tórur Justesen (Ivan Joensen, 69.) – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Ísak Simonsen (Hjalgrím Elttør, 69.)

Gult kort: Ísak Simonsen, Atli Danielsen, Álvur F. Christiansen, Gunnar Christiansen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Sølvi Vatnhamar, 60.) – Sam Jacobsen, Jann Ingi Petersen (Hjartvard Hansen, 80.), Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo Bartalsstovu (Hans Jørgen Djurhuus, 85.)

Gult kort: Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus 

 

NSÍ-ÍF 3-2 (1-1)

1-0: Andras Brixen Vágsheyg 1.

1-1: Øssur Dalbúð 36.

1-2: Bogi R. Petersen 51.

2-2: Haraldur R. Højgaard 85.

3-2: Einar Tróndargjógv br 90.+6.

Dómari: Páll Augustinussen

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Karl Løkin, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 78.), Andy Olsen – Magnus Olsen - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Magnus Olsen, Jann Martin Mortensen, Einar Tróndargjógv

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard (Hanus Thorleifsson, 84.), Bogi R. Petersen (Fritleif í Lambanum, 75.), Høgni Madsen, Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 46.) – Øssur Dalbúð, Clayton Soares

Gult kort: Bogi R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Madsen

 

B36-EB/Streymur 2-0 (0-0)

1-0: Adeshina Lawal 58.

2-0: Adeshina Lawal 60.

Dómari: Jim Petterson

B36: Tórður Thomsen – Heini Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Brockie, Símun Joensen – Gilli Sørensen, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen (Rasmus Dan Sørensen, 76.), Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz (Høgni Midjord, 90.) -  Adeshin Lawal

Gult kort: Róaldur Jacobsen, Tórður Thomsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen 

Gult kort: Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus

 

TB-HB 1-5 (0-3)

0-1: Kristin R. Mouritsen 14.

0-2: Christian R. Mouritsen 40.

0-3: Heini Vatnsdal 43.

1-3: Poul Ingason 55.

1-4: Fróði Benjaminsen 67.

1-5: Fróði Benjaminsen 87.

Dómari: Lars Múller

TB: Ivan Stojkovic –Teitur Olsen  , Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Eirikur Magnusarson (Teitur Justinussen, 70.) – Dan Mortensen (Nicky Ferenc Diverdics, 65.), Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Ragnar Tausen (Aksel Berg, 60.) - Poul Ingason

Gult kort: Babacar Ndiour, Eirikur Magnusarson

Reytt kort: Ivan Stojkovic 59 (beinleiðis reytt)

HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal,  Kristin R. Mouritsen - Andrew av Fløtum

Gult kort: Heini Vatnsdal

 

 

 

 

 

mánakvøldið kl. 18.00

AB-07Vestur

 

Støðan eftir 18. umfari

HB 43

ÍF 33

EB/Streymur 25

B36 24

NSÍ 23

Víkingur 22

KÍ 19

AB 18

TB 16

07Vestur 11

 

19. umfar

10. august

KÍ-ÍF

11. august

HB-Víkingur

07Vestur-B36

EB/Streymur-TB

NSÍ-AB

 

-----

 

LIÐUGT

1-5

 

90

1-5

 

88) 1-5: Fróði Benjaminsen 88.

HB liðformaðurin hevur skorað fyri aðru ferð.

 

85) 1-4

TB vísir vilja, og TB hevur havt onkrar royndir, men tað hevur ikki eydnast at skora.

 

65) 1-4: Fróði Benjaminsen

So er tað avgjørt, at stigini fara norðurum. HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen var púra blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

60) 1-3

TB málverjin Ivan Stojkovic er rikin av vølli, og harvið skal TB spæla við tíggju monnum síðsta hálva tíman. Aksel Berg er komin í TB málið at standa.

 

55) 1-3: Poul Ingason 55.

Eftir innlegg úr høgru frá Rógva Joensen tveitti Poul Ingason seg fram, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.

 

50) 0-3

TB roynir at spenna álopsbogan, men tað gongur sera striltið hjá heimaliðnum at spæla seg til málmøguleikar. HB kennist hava tak á tí, hóast talan er um ávíst TB trýst.

 

46) 0-3

Martin Tausen er fluttur aftur í miðverjuna hjá TB, og Babacar Ndiour er fluttur fram á miðvøllin.

 

HÁLVLEIKUR

0-3

 

45) 0-3: Heini Vatnsdal 43.

TB megnar ikki at gera nakað við HB, sum nú hevur økt um leiðsluna, so hon er 3-0. Miðvallarin Heini Vatnsdal birti álopið, og tað var hann, sum sneiddi framvið málverjanum og setti bóltin í TB málið.

 

40) 0-2: Christian R. Mouritsen

Eftir innlegg úr vinstru var Christian R. Mouritsen leysur, tá ið hann skoraði, og HB er orduliga á sigurskós.

35) 0-1

Ferðin er ikki so høg, sum hon var fyrrapartin av 1. hálvleiki, og tað eru heldur ikki so nógvir møguleikar.

Høgri vongverjin hjá TB, Eirikur hevur havt góða roynd, men Teitur bjagaði til horna.

 

25) 0-1

TB roynir framvegis at leggja HB undir trýst, men HB heldur høvdið kalt í verjupartinum.

 

15) 0-1: Kristin R. Mouritsen 15.

So hevur HB lagt seg á sigurskós. Eftir gott og hugflogsríkt álop hevur Kristin R. Mouritsen skorað! 

8) 0-0

Framvegis einki mál og fáir og smáir møguleikar.

 

5) 0-0

Heimaliðið er ógvuliga ágangandi og TB verjuspælið byrjar frammarlaga.

 

2) 0-0

TB leggur bragdliga fyri, og Dan Mortensen hevur longu havt skotroynd.

 

1) 0-0

Hjá HB er Símun Samuelsen leikbannaður, og hjá TB eru Dan Mortensen og Ragar Tausen hesa ferð millum teir fyrstu ellivu.

 

TB-HB kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

TB: Ivan Stojkovic –Teitur Olsen  , Óli Johannesen, Babacar Ndiour, Eirikur Magnusarson – Dan Mortensen, Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Ragnar Tausen- Poul Ingason

HB: Teitur Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum

 

-----

LIÐUGT

1-2

 

1-2: Páll Klettskarð 90.+4

Eftir innlegg hevur Páll Klettskarð við høvdinum minkað um munin.

 

5 minuttir lagdir aftrat.

 

90) 0-2

 

85) 0-2

Hans Jørgen Djurhuus er komin inn á vøllin í staðin fyri Kaj Leo í Bartalsstovu hjá Víkingi.

 

75) 0-2

Meðan KÍ eigur størra trýstið, so er tað Víkingur, sum síðstu løtuna hevur átt størsta møguleikan, men stútarin hjá Sølva Vatnhamar fór dygst framvið málinum.

Besta KÍ møguleikan átti Páll Klettskarð, men Geza Turi bjargaði eftir stútarn.

Heðin Klakstein er farin út, og Johan Jacobsen er komin á vøllin.

Hjartvard Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Jann Inga Petersen.

 

70) 0-2

KÍ hevur sett Ivan Joensen og Hjalgrím Elttør á vøllin í staðin fyri Tór Justesen og Ísak Simonsen.

 

60) 0-2: Finnur Justinussen 60.

Víkingur hevur økt um leiðsluna. Filip Djordjevic legði innfyri úr høgru, og Finnur Justinussen setti bóltin í málið við høvdinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

KÍ leggur nógv fyri, og Atli Danielsen hevur sæð gult fyri at steðga Kaj Leo í Bartalsstovu í gjøgnumbroti.

 

35) 0-1

Ísak Simonsen hjá KÍ hevur sæð gult fyri at fella Kaj Leo í Bartalsstovu.

 

30) 0-1

KÍ roynir av svara aftur, og nú hava klaksvíkingar verið tætt við. Eftir hornasparksinnlegg smekkaði Atli Danielsen til, men Bárður Hansen bjargaði á strikuni. 

 

26) 0-1

 Sam Jacobsen hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Atla Danielsen.

 

19) 0-1: Hanus Jacobsen br 19.

Vikingur hevur umsett brotsspark til mál. Hanus Jacobsen varð feldur í vinstru av Gunnari Christiansen, og Hanus umsetti sjálvur út ellivu metrum og til mál.

 

10) 0-0

 Hjá KÍ er einki at síggja til Ivan Joensen og Hjalgrím Elttør.

 

KÍ-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Tórur Justesen – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Ísak Simonsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sam Jacobsen, Jann Ingi Petersen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo Bartalsstovu

 

-----

LIÐUGT

3-2

 

 

3-2: Einar Tróndargjógv br 90.+5.

Bríkslað varð fyri brotssparki, eftir at Klæmint A. Olsen fór um koll.

6 minuttir lagdir aftrat

90) 2-2: Harald R. Højgaard 88. 

NSÍ hevur svarað aftur. Eftir langskot hálvbjargaði Jákup Mikkelsen, og so var innskifti Haraldur Højgaard fyrstur á returbóltinum.

 

75)1-2

Talan er ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Heldur eru tað nógvir nærdystir, og Páll Augustinussen hevur ofta havt kortið á lofti.

 

55) 1-2: Bogi R. Petersen

ÍF hevur lagt nógv bragdligari fyri eftir steðgin, og nú hevur tað borið frukt við sær. Eftir innlegg hevur miðvallarin Bogi R. Petersen lagt ÍF framum.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

Lotið er frískt á Svangaskarði, har NSÍ hevur heimavøll, meðan undirlagið verður skift í Runavík. Í 1. hálvleiki hevur ÍF havt lotið undan.

 

36) 1-1: Øssur Dalbúð 36.

Eftir horna úr vinstru hevur Øssur Dalbúð við stútara javnað fyri ÍF.

 

30) 1-0

ÍF er ágangandi, og tað hava verið spentar støður frammanfyri Kristian Joensen 

 

15) 1-0: Andras Brixen Vágsheyg 2.

 NSÍ hevur heimavøll á Svangaskarði í dag, og NSÍ legði bragdliga fyri.Miðverjin Andras Brixen Vágsheyg skoraði eftir innkast í høgru og kiksaða rangstøðufellu.

 

NSÍ-ÍF kl. 15.00

Dómari: Páll Augustinussen

 -------

LIÐUGT

2-0

 

90) 2-0 

 

75) 2-0

B36 kennist hava tak á støðuni, hóast EB/Streymur hevur bóltin meiri enn heimaliðið, sum hevur hug at leggja meiri dent á verjupartin. 

 

60) 2-0

Tað kann ganga ógvuliga skjótt í  fótbólti. Eftir EB/Streyma yvirvág hevur B36 svarað so dyggiliga aftur, og eftir lítlari løtu hevur B36 skorað tvey mál. Í báðum førum skoraði Adeshina Lawal.

 

46) 0-0

ongar skiftingar eru gjørdar. Teir somu 22 eru komnir á vøllin, sum vóru á vøllinum í 1. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-0 

 

45) 0-0

Einki mál er skorað í Gundadali, har bæði liðini hava spælt seg til møguleikar. 

 

30) 0-0

EB/Streymur hevur bóltin meiri, og B36 hevur eisini havt málmøguleikar.

 

15) 0-0

 

B36-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari: Jim Petterson

B36: Tórður Thomsen – Heini Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Brockie, Símun Joensen – Gilli Sørensen, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz -  Adeshin Lawal

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen 

 

 ------

 

Fýra dystir í 18. umfari í fremstu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin. Í øllum støðum er fyrsta bríkslið klokkan 15.00. Fimti dysturin – tann millum AB og 07Vestur – verður á Argjum mánakvøldið klokkan 18.00

 

Støðan undan 18. umfari

HB 40

ÍF 33

EB/Streymur 25

B36 21

NSÍ 20

KÍ 19

Víkingur 19

AB 18

TB 16

07Vestur 11