HB er í samráðingum við Alber Adu. Síðsta kappingarár spældi hann 24 dystir og skoraði 11 mál fyri TB, har hann var toppskjútti.
Eingin ivast í evnunum hjá honum. Spurningurin er bara, hvussu væl fyri hann er at spæla. Síðsta kappingarár var hann ofta skaðaplágaður.
Í HB kendu teir síðsta kappingarár nógv til, hvussu tað er at hava framrættaðar spælarar, sum eru skaðadarvaðir. Í fjør vóru Andrew av Fløtum, Arnbjørn Hansen, Christian R. Mouritsen og Poul Ingason nógv uttanfyri, tí teir vóru skaddir. Albert Adu er 27 ára gamal og ættaður úr Hollandi.
HB hevur fingið tilgongd av Tróndi Jensen og Niklasi Thomsen til komandi kappingarár.