HB’ari til AB

AB hevur fingið tilgongd av FM vinnandi spælara úr HB

 

Gunnar Haraldsen hevur skift úr HB til AB. Hann spældi við AB í 2010 og 2011. Seinastu trý árini hevur hann spælt við HB, har hann millum annað vann FM í 2013.

 

Miðverjin er óynsktur í HB, eftir farna kappingarár. Saman við spælarum sum Levi Hanssen og Alex José dos Santos, so hava teir ikki fingið bjóðað nýggjan sáttmála. Alex José dos Santos er farin til ÍF, meðan tað er óvist hvar Levi Hanssen endar.

 

AB hevur gjørt eitt ára sáttmála við Gunnar Haraldsen, sum verður 28 í morgin.