HC Odense vil hava Christophersen

HC Odense ynskir at knýta Duritu Christophersen at sínum leikarahópi. Tað skrivar Norðlýsi.

Durita Christophersen royndarvandi í farnu viku við danska HC Odense, og hon hevur staðið seg væl. Hon kemur aftur til Føroya í morgin, og tá fer hon at taka støðu, um hon fer at skifta úr Stjørnuni til HC Odense.

Tað er Henrik Gerster, fyrrverandi venjari hjá Stjørnuni, sum hevur fingið royndarvenjingina í lag.

HC Odense spælur í bestu donsku deildini.