Heðin Askham er nýggi venjarin

Tá leikararnir í EB/Streymi fara á fund við Margáir í kvøld, verður kunngjørt fyri teimum, at Heðin Askham skal venja teir, tað ið eftir er av árinum

Formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, vil tó ikki vátta, at talan er um Heðin Askham.

– Venjarin er funnin og vit kunngera helst í kvøld ella í morginárini, hvør hesin er, segði hann við Sosialin í morgun. Rólant Højsted greiðir frá, at tey ynskja sjálvi at kunna leikararnar um, hvør nýggi maðurin við róðrið er.

Sosialurin fekk tó at vita so mikið sum, at nýggi venjarin kemur til landið í kvøld, og at hesin kemur at stýra liðnum, tá EB/Streymur tekur í móti KÍ sunnudagin.


Heðin kemur úr Íslandi

Eitt av flogførunum, sum setur seg á breytini í Sørvági í kvøld, kemur úr Íslandi.

Sosialurin hevur verið í samband við Heðin Askham, eftir at tað gjørdist greitt, at EB/Streymur leitaði eftir nýggjum venjara. Hann var í Íslandi og vildi einki siga tá.


Heðin er einasta boðið

Umframt greiðu ábendingarnar, Sosialurin hevur fingið, eru eisini aðrir faktorar, ið tala fyri, at tað verður Heðin Askham. Hann er tøkur á marknaðinum og hevur neyðugu útbúgvingina, sum krevst fyri at leiða eitt lið í Vodafonedeildini.

Harumframt hevur hann eisini ógvuliga góð úrslit at vísa á, og úrslit er júst tað, EB/Streymur vantar mest í løtuni.

Seinastu tvey árini hevur Heðin Askham verið venjari hjá U21-landsliðnum, sum hevur staðið seg væl. Besta úrslitið fekk hann, tá U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi. Harumframt hevur hann eisini havt ábyrgdina av A-landsliðnum ein dyst, tá eingin landsliðsvenjari var settur. Hetta var í vár og tá eydnaðist tað honum at vinna á Íslandi í venjingardysti, og harvið er hann einasti venjarin, ið einans hevur vunnið við A-landsliðnum.

Í fjør var Heðin Askham venjari hjá B36. Her varð avrikið mett at vera meiri enn góðkent. B36 var millum positivu innsløgini í landskappingini, og lagt var eisini upp til, at samstarvið millum felagið og venjarin skuldi halda áfram, men hetta var av ongum, tá trupulleikar vóru við sáttmálaviðurskiftunum.


Kunngjørt í kvøld

Tískil er tað ein maður við góðari útbúgving og góðum úrslitum, ið nevndin í EB/Streymi á fundi í kvøld presenterar fyri leikarum sínum.