Í kvøld venur Heðin Hansen í Sarpugerði. 23 ára gamli miðvallarin hevur higartil í ár spælt við HB, men nú flytur hann aftur til barndómsfelagið Víking.
Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, váttar í kvøld, at Heðin Hansen og Víkingur hava skrivað undir tvey ára sáttmála, og at formligu viðurskiftini við HB eru avgreidd.
At formligu viðurskiftini eru avgreidd ber við sær, at Heðin Hansen verður á listanum, sum Víkingur í kvøld sendir UEFA. Millum hesar spælararnar verða teir valdir, ið skulu umboða Víking í europeisku meistarakappingini, har Víkingur longu í annaðkvøld fer at spæla á heimavølli ímóti KF Trepca 89 úr Kosovo. Tann dysturin verður á Tórsvølli.
Higartil í ár hevur Heðin Hansen spælt fimtan dystir í landskappingini og steypakappingini og skorað tvey mál fyri HB. Flestu ferðirnar hevur hann verið á miðvøllinum, men tær seinastu ferðirnar og so seint sum leygarkvøldið í málleysa javnleikinum í Trongisvági var hann í miðverjuni.
Heðin Hansen hevur spælt 115 dystir í Effo-deildini, 20 í steypakappingini, og hann hevur altjóða royndir. Hann hevur spælt tíggju dystir í Europa League við Víkingi, og hann hevur spælt tríggjar U-21 landsdystir, tríggjar U-19 landsdystir og tríggjr U-17 landsdystir.