Heðin gjørdi einki skeivt

Hetta er niðurstøðan hjá Christiani Andreasen, sakførara, ið varð biðin at kannna málið um Gamla Realskúlan nærri Tað stóðst nakað av roki av, at eitt felag nevnt Vísink Smíð hevði fingið arbeiðið at umvæla Gamla Realskúlan. Málið hevði tvinnar síður. Onnur var, at felagið hevði fingið arbeiðið, uttan at tað hevði verið bjóðað út alment, og hitt var, at annar av eigarunum av Víking Smíð er sonur tekniska stjóran í Havn.

Málið varð umrøtt á fyrsta sinni í sjónvarpinum og síðani fylgt upp dagin eftir við samrøðu við borgarstjóran, sum bedýraði, at einki sum helst skýmaskotskent var farið fram. Og fyri at prógva hesum, skuldi hann biða óvildugar og av kommununi óheftan sakførara hyggja nærri at málinum. Og tað er so nú hent.

Christian Andreasen hevur hugt gjøgnum alt málið og hevur latið eina frágreiðing frá sær hesum viðvíkjandi. Frágreiðingin fyllir 13 A-4 síður við viðgerð málið frá byrjanini í mars, tá ein næmingur fekk skaða í skúlanum, fram til dagin í dag. Frágreiðingin varð løgd fram á býráðsfundinum hjá kommununi hóskvøldið.

Sakførarin hevur býtt málið upp í fýra løgfrøðisligar spurningar: 1: Avgerðin um at steingja skúlan og umvæla hann, 2: Avgerðin um at Gamli Realskúlin skal nýtast til annað endamál, 3: Hevur ein kommuna skyldu til at bjóða arbeiði út og 4: Høvdu borgarstjórin og tekniski stjóri gegnistrupulleikar.

Í trimum teimum fyrst nevndu svarunum er niðurstøðan púra greið: Borgarstjórin gjørdi einki, sum hann ikki hevði heimild til. Í spurninginum um gegni verður Heðin Mortensen eisini reinsaður, men har metir Christian Andreasen tó, at tekniska umsitingin skuldi havt gjørt eitt skrivligt notat um gegnistrupulleikan hjá tekniska stjóranum, og eina skrivliga innstilling við eini málslýsing og innstilling til konkreta avgerð.