- Heðin hevur sjálvur sovið í tímanum

Í grein í blaðnum í gjár segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at núverandi samgonga noyðist at rudda upp í svansinum eftir farnu samgongu. Fyrrverandi borgarstjórin, Jan Christiansen, skilur ikki hesar atfinningar og vísir á, at Heðin Mortensen sjálvur var varaborgarstjóri í farnu samgongu, og harumframt var hann formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.

Jan Christiansen segði í gjár, at hann einki hevði sæð til tilboðið um at keypa Degnshús fyri fýra árum síðani, og hann heldur, at kanska er tilboðið endað á borðinum hjá táverandi formanni í byggi- og býarskipanarnevndini, Heðin Mortensen, sum ikki hevur latið við seg koma.

Okkurt er gloppið hjá Heðin
- Heðin finst at farnu samgongu, ið skal hava lagt alt møguligt svans eftir sær. Sjálvur var Heðin varaborgarstjóri og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hetta tíðarskeið, og tí hevði hann allar møguleikar at rætta upp á tað, um hann metti, at okkurt var galið. Fyri mær tykist tað sum um, at okkurt er gloppið hjá Heðin Mortensen, sigur Jan Christiansen.
Fyrrverandi borgarstjórin vísir á, at í farna valskeiði legði táverandi andstøða nógv eftir samgonguni, og í flestu førum var talan um ákærur fyri byggisvans.
- Vit fingu ábreiðslur fyri eitt nú heimið í Vallalíð og smábarnaskúlan í Kongagøtu, og tað eru jú byggimál, og Heðin Mortensen var jú formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum hevði hesi mál um hendi, greiðir Jan Christiansen frá.
Somuleiðis sigur Jan Christiansen, at hann er vitandi um, at Heðin Mortensen, sum formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, á fundi við fyrrverandi eigara av Degnshúsi segði viðkomandi eigara, at tað ikki fóru at verða nakrir trupulleikar við at fáa byggiloyvi til skrivstovubygning, og at ongar forðingar fóru at verða fyri hesum.
Í sambandi við keypið av Degnshúsi sigur Jan Christiansen, at nú er vandi fyri, at býráðið noyðist at keypa fleiri ognir í miðbýnum fyri dýrar pengar.
- Nú kunnu t.d. eigararnir av gamla handilsbygninginum hjá Jacob Lützen gera eina ætlan um at gera ein líknandi skrivstovubygning, sum ætlanin var at byggja, har Degnshús standa. Bygningurin á ognini hjá Jacob Lützen kann tó verða væl størri, tí ognin er nógv størri enn ognin við Degnshúsi. Skal býráðið so eisini keypa hesa ogn, so noyðist teir kanska at gjalda eini 15-20 milliónir krónur fyri hana. Býráðið kann heldur ikki siga nei til at keypa, um tað skuldi verið, tí kommunulógin sigur, at allir borgarar skulu fáa somu viðferð, sigur Jan Christiansen at enda.