Tung vóru boðini, sum eg fekk - júst afturkomin av túri, at Heðin var yvirtikin av krabba, sjúkan hevði fingið fastatøkur á honum, so ikki beyðst honum bøtur.
Í summar, tá ið flokkurin møttust á jóansøku, var hann tann, sum var minst broyttur og var tann av okkum, ið hevði serligar gávur at samansjóða okkum eftir øll hesi ár. Hann var so livandi og áhugaverdur at tosa við. Hetta minnir okkum enn einaferð á, hvussu skjótt Harranum er um.
Heðin tók realeksamin í Vági og vildi verða verkfrøðingur, tí fór hann 16 ára gamal niður á Rungsted, har hann varð student. Síðan á Politekniskt, har hann gjørdist verkfrøðingur og lærdi konu sína at kenna, sum eisini las verkfrøði.
Heðin hevur alt sítt lív starvast sum verkfrøðingur.Konan hevur undirvíst á hægri skúla. Millum næmingar hennara hevur Óla Jákup í Dímun verið, tá hann las niðri.
Heðin hevur arbeitt bæði í Tailandi og í Jordan. Tey keyptu hús í Humlebæk, har tey hava búð. Tey fingu trý børn. Tvær gentur og ein son. Døturnar arbeiða sum djóralækni og biologur, sonurin er verkfrøðingur og arbeiðir sum uppfinnari, er í hesum døgum við at selja eitt virðismikið patent.
Hóast Heðin hjá skraddaranum mesta partin av lívi sínum var uttanlands, so varð hann verandi vágbingur við lív og sál, og náttúruna elskaði hann av Guðs náði. Í summar var hann við familjuni á hvørjum fjallatoppi har suðuri. Ja, so nógv hava røturnar at týða.
Vit floksfelagar hava mist ein góðan vin. Vit eru ómetaliga takksom fyri dagarnar saman við Heðini í summar. Okkara flokstreff prógvaði, at vinarbond halda fyri lívið, hóast mong ár eru gingið, síðan vit seinast sóust.
Vit hava djúpa samkenslu við konu,børnum og familjuni annars, sum hava mist so nógv í ár.
Við vissuni um, at Heðin nú situr í sessi sínum í Himmiríki, sum skaparin skaffaði okkum. Ja, við tí vissuni minnast vit Heðin við takksemi.
Floksfelagarnir