Hann dagar uppúr. Hann kemst ikki uttanum. Hann hevur verið og er: málsliga, ljóðliga og ørindisliga ein endurnýggjari. Hann hevur sum eingin annar givið okkum ljóð fyri hvøkkandi fagnaðarljómi og sálarmeltandi neyð. Hann hevur sum eingin annar lýst ástina í øllum sínum skapi og givið romum erotikki ljóð, ið ikki hevur verið til í føroyskum bókmentum.
Úr veðurbardu samtíð síni, har so mangt gongur undir og ferst, úr verøld okkara við døkkum hválvi og ringari luft hirðir og evnar Regin Dahl alsamt at veita okkum heilborna sjón og sansing«.