Heðin: Liðið lyftist av at Arnbjørn kom á vøllin

(Rás2) Hoyr EB/Streyms-venjaran greiða frá hvussu eitt hóttandi 0-2 tap bleiv vent til ein 2-2 javnleik

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streym, Heðin Askham, sum í kvøld sá sínar menn missa tey fyrstu stigini ímóti TB/FCS/Royn í ár, tá EB/Streymur á heimavølli spældi javnleik 2-2 ímóti TB/FCS/Royn.

 

Heðin Askham viðgongur, at tað stóð illa til í fyrra hálvleiki, og eisini í fyrru helvt av seinna hálvleiki, tá TB/FCS/Royn var á odda 2-0.

 

Men so framdi Heðin Askham eina útskifting, sum vendi dystinum fyri heimaliðið. Arnbjørn Hansen kom á vøllin, og sambært Heðini Askham lyfti royndi spælarin alt liðið.