Heðin live á Hvonn

Í kvøld verða aftur jazztónar á Hvonn. Hesaferð fer guitar leikarin Heðin Ziska Davidsen at spæla saman við Mattias Kapnas, ið leikar á klaver, Jan Rúna Poulsen, ið leikar á trummur og Bárður Reinert Poulsen, ið leikar á bass.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Heðin spælir á Hvonn týskvøld.

Heðin er ein sera produktivur tónleikari. Hann hevur útgivið tvær fløgur við bólki sínum Tjant. Samstundis er hann partur av bólkinum Yggdrasil.

 

Hvonn hevur fingurin á pulsinum.Hvonn hevur sett týskvøldið av til jazz og hann er komin fyri at vera.

Cool jazz, lounge jazz, retro og azid. Jazzurin er cool, hann er ektaður, tað er reint frá hjartanum og tað eru feitir tónleikarar, siga fyrireikararnir.

 

Tónleikurin byrjar kl 21 og væntandi vera nógv fólk, so tað ræður um at vera í góðari tíð um tit ynska tykkum sitipláss

 

Tað er Hvonn, Tað er jazzur, Tað er tað.