Tað sær næstan út sum um hann heldur talar fyri at skapa órættvísi í landinum. Bert slíkt tvætl, at so seta kommunurnar seg hendur í favn at bíða eftir kekkinum, at útreiðslurnar skula eisini útjavnast og at kommunurnar sjálvar skula gera útjavningargrunn eru nøkur av hansara vánaligu argumentum. Hetta seinasta tí at hann veit, at hann kanska við hjálp frá onkrari aðrari ríkari kommunu, helst fær forpurrað nakra líkinda útjavning. Her muga fleiri kanningar og útgreiningar gerast, sigur Heðin. Jújú, royn at draga út til ov seint er og ikki vendist aftur, hin gamli.
Og so úttalar Heðin seg sum umboð fyri allar tær stóru kommunurnar og meginpartin av borgarunum í landinum, sigur hann enntá. Meira slutur og vrøvl skal ein leita leingi eftir, tí so asosialt hugsa fólk ikki úti um landið og heldur ikki ein gang helvtin av bygdafólkunum í Havn. Tey vilja sínum heimbygdum betri enn so. Men ikki Heðin, uppvaksin á Tvøroyri, men tað sær alt út til at verða gloymt.
Tað, sum sigur nógv um mannin er, at samstundis sigur hann í samband við málið um eksterna fjølmiðlaráðgeving, at hansara høvuðsuppgáva er at verja Havnina. Og júst tað gevur honum enn ein dumpikarakter. Boðskapurin tykist at verða: alt skal verða her, gloymið alt og øll rundan um meg, bara eg eri ríkur og havi nokk! Hesin hoyrir als ikki heima í Javnaðarflokkinum, sigi eg tykkum.
Formaður Javnaðarfloksins á tingið segði, eftir at Búskaparráðið hevði lagt sítt uppskot fram, at flokkurin tók undir við hesum. Enn ein dumpikarakter til Heðin Mortensen. Hevði verið gott um hinir flokkarnir komu við teirra støðu til uppskotið.
Hetta, sum her er skrivað, kann tykjast harligt og ógvusligt, men í mun til veruleikan er hetta penuts. Veruleikin er verri enn so, hann er eitt samfelag við minni enn 50.000 túsund fólkum, har helvtin er um at vera mist fyri bakka! Helvtin av ein samfelag, sum gjøgnum ringar tíðir hevur hugsað um hjálpsemi, men sum nú, við stórum vøkstri, skapar órættvísi og mannamun, tí tey smáu og minni mentu ikki klára at kappast og ikki kunna bjóða og skapa fasilitetir eins og tey stóru og ríku, sum fáa borið alt upp í hendurnar í dag.
Og tí er tað ivasamt, um uppskotið hjá Búskaparráðnum er nóg víðgongt. Hvat við stóru almennu leiguinntøkunum í Havn í mun til úti um landið? Hvat við øllum tí almenna virkseminum, sum smittar av á Havnina? Hvat við havna- og vørugjøldum frá innflutninginum til alt landið, sum allur fer um kajkantin í Havn? Og at tosa um útreiðslur í mun til inntøkur er láturligt, tí vit síggja hvussu Havnar kommuna oysir um seg uttan fyrilit í allar ættir. Har tykist mestsum størsti trupulleikin at klára at brúka pengarnar. At so fíggjarmálaráðharrin hóttir við at tálma kommununum fíggjarliga er av einu og somu orsøk: oyðslið í Havn!
Nú er upp á tíðina, at Løgtingið, og ikki mist Javnaðarflokkurin eftir at hava boða sína støðu, taka seg um reiggj, tí skeivleikin er so ovurhonds stórur millum kommunurnar eftir hondini, at ivasamt er um hetta kann rættast. Endin verður helst, at vit muga velja at hava eina kommunu í landinum, tí tá Havnar kommuna er farin uppum tey hálvt hundrað prosentini av fólkatalinum vendist ikki aftur. Teir eru, sum er, væl oman fyri tey fjøruti prosentini, so ikki skal nógv til afturat fyrrenn skaðin er fullkomin. Útjavning er annað avgerandi málið fyri framburi í hesum landi, at øll fáa ágóðan av okkara ríkidømi og inntøkum. Hitt málið er kommunusamanlegging, helst tvungin, tí sum nú sær út enda vit í enn einum fýra ára skeiði við andróðri og afturúrsigling av meginpartinum av
landinum, í øllum førum um útjavning ikki kemur.