Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu er sera stoltur og errin av einum væleydnaðum Voxbotn-konsertdegi.
Sjálvur hevur hann verið og lurtað eftir meginpartinum av tí, sum hevur verið framført í dag, og hann sigur seg hava ein breiðan tónleikasmakk.
Borgarstjórin sigur seg dáma væl sjálvt Swangah Dangah: - Teir eru kul, slær borgarstjórin fast.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu, sum Eydna Skaale gjørdi við Heðin Mortensen á Rás2.