Heðin Mortensen førir miðlashow

Tað heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi og nevndarlimur í SEV. Hon heldur, at hon er noydd at koma við rættleiðingum til Heðin Mortensen. -Sum nevndarlimur í SEV, vald av Tórshavnar býráð, eri eg noydd at koma við nøkrum viðmerkingum og rættleiðingum til tað, sum hevur verið sagt og skrivað í kjalarvørrinum á mediastuntinum hjá Heðin Mortensen í samband við eykaaðalfund SEVs herfyri, har hann m.a. førdi fram:

-at Havnin, sum stórur brúkari, eigur at fáa bíligari streym enn onnur

-at tíðin at hækka el-prísin ikki er tann rætta

-at hækkingin á 15 oyru/kWh kostar Tórshavnar kommunu 1,7 mill. kr.

Hetta skrivar Marin Katrin Frýdal í dag.

-SEV kann ikki veita Havnini bíligari streym enn øðrum plássum í landinum, tí sambært elveitingarlógini skal munur ikki gerast á, hvar í landinum brúkarin býr; skipanin byggir nevniliga á ein samhaldsfastan bygnað. Skal Havnin hava bíligari streym enn onnur, er neyðugt at t.d. tey í Suðuroy ella t.d. á smáplássunum rinda ein uppaftur hægri elprís, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hon heldur, at tað ikki er besta tíðin at leggja fleiri eykagjøld á lønmóttakaran nú, men at hendan støðan, sum SEV nú er í, er landsmyndugleikunum at takka.

-At hesin óhepni veruleiki troðkar seg á nú, kunnu vit bert takka landsmyndugleikunum fyri, tí eftirlitsmyndugleikin hjá landinum hevur áður noktað SEV at hækka prísin lagaliga í stigum, soleiðis sum SEV annars hevur søkt um seinastu 2 árini, sigur Marin Katrina Frýdal.

Aðalfundurin er hægsti myndugleikin hjá SEV. Á aðalfundinum møta limakommunurnar, ið hvør hava eina atkvøðu fyri hvørjar 1.000 íbúgvarar. Fyri Tórshavnar kommunu merkir hetta, at borgarstjórin møtir til aðalfundin við 20 atkvøðum í lummanum.

-Millum kommunustýrislimir var undranin stór, tá borgarstjórin í Havn óvæntað boðaði frá, at hann ikki tók undir við eini elpríshækking og á eykaaðalfundi setti fram broytingaruppskot, har heitt varð á nevnd og leiðslu um at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2011. Hesum atkvøddi ein meiriluti fyri, og hava nevnd og leiðsla nú arbeitt við hesum. Men her er eingin vegur uttanum, tí landsmyndugleikin hevur í ov mong ár noktað hækking av elprísinum, sum ætlanin annars var at taka í smáum bitum yvir eitt longri tíðarskeið, og tí er tann beiski veruleikin tíverri nú, at neyðugt er at fremja hesa hækking í einum størri lopi, um felagsskapurin hjá kommununum ikki skal kollsigla, sigur Marin Katrina Frýdal.