Tað, sum higartil er tilrættislagt av innkomuvegnum, er gjørt í samstarvi við Tórshavnar Kommunu. Nakað, sum Jan Christiansen og aðrir býráðslimir eisini hava víst á í lesarabrævi í bløðunum herfyri. Arbeitt hevur sostatt verið eftir avtalu við kommununa. At so skiftandi embætisfók, borgarstjórar og býráðssamgongu hava viljað havt síni fingramerki í vegaætlanina, hevur tíverri órógvað arbeiðið so nógv, at ætlanin nú liggur still. ?Stóra ósemjan snýr seg um talið av íbindingum til býlingarnar í Hoyvíkshaganum. Tórshavnar Kommuna hevur kravt íbindingar í allar býlingarnar, meðan Landsverk av ferðslutrygdarávum vil hava so fáar sum gjørligt. Nevniliga bert ta einu við Stórutjørn, og haðani skal ferðslan leiðast inn á ein kommunalan sambindingarveg. Ein loysn, sum á fullgóðan hátt fer at sampakka við býarferðsluna, men sum fyrst av øllum ger ferðsluna í økinum munandi tryggari.?
Krevur tunnil men noktar at gjalda?
Upprunaliga orsøkin til, at vegagerðin steðgaði, var, at Tórshavnar Kommuna við Heðini Mortensen á odda kravdi ein tunnil oman fyri Villingardalsvegin, ístaðin fyri ein veg niðanfyri, sum Landsverk hevur ætlanir um at gera. Tó vildi borgarstjórin ikki hoyra talan um at gjalda meirkostnaðin fyri tunnilsætlanina. Sami Heðin Mortensen noktaði eisini at lata lendið til vegin, og tí var als einki endamál at halda fram við arbeiðinum. ?Tað, sum borgarstjórin førir fram um, at innkomuvegurin til Havnina gjøgnum Hoyvíkshagan, ikki er í tráð við framtíðarætlaninar hjá Tórshavnar Kommunu, skilja vit ikki rættiliga. Gjørdar eru víðar brúgvar til at føra ferðsluna niðan undir landsvegin við Sundsvegin og Flatarvegin. Somuleiðis verður vegur eftir ætlan førdur undir innkomuvegin við Stórutjørn. Hesar loysnir, ið eru valdar, eru mettar at vera tær mest ferðslutryggu, tí tær halda býarferðsluna – við 50 km/t hámarksferð – og tey gangandi burtur frá innkomuvegnum, har hámarksferðin er 80 km/t. ?Tá Heðin Mortensen nevnir, at Tórshavnar Kommuna sum byggimyndugleiki hevur verið hildin uttanfyri, er fyrst at siga, at byggimyndugleikin hjá kommununi í prinsippinum einki hevur við landsvegagerðir at gera. Hóast hetta hava fakkunnleikin hjá kommununi og Landsverki samstarvað frá byrjan av. Nógvir fundir hava verið við Tórshavnar Kommunu um innkomuvegin, har avtalur um loysnir eru gjørdar. Fundarfrásagnir skjalprógva, at so er. ?Sum dømi um, at Tórshavnar Kommuna hevur verið við í ætlanini, kann nevnast, at vegurin við Stórutjørn varð fluttur fyri at gera pláss fyri stóru byggiætlanunum har uppi. Tórshavnar Kommuna hevur goldið umleið eina millión krónur fyri at flyta tað, ið longu er gjørt av innkomuvegnum, umframt at umprosjektera vegaføringina. ??
Borgarstjórin ger av nær byrjast kann aftur
Vit kunnu vissa Heðin Mortensen um, at vit á Landsverki ikki hava sovið í tímanum, men hava arbeitt av øllum alvi at fyri at fáa eina vegaloysn, ið tænir okkum øllum best.
Sum borgstjórin eisini veit, verður í løtuni løgd seinasta hond á eina kanning av innkomuvegnum og teimum loysnum, ið Landsverk, og síðani Tórshavnar kommuna, hava kravt. Tá kanningin er liðug, fer Landsverk at mæla til at fylga tilráðingunum í frágreiðingini.?Heðin Mortensen kann – hóast nógvar ávaringar – eina og aleina takka sær sjálvum fyri, at arbeiðið við innkomuvegnum steðgaði. Nær arbeiðið kann verða tikið uppaftur, ja, tað er upp til sama borgarstjóra at gera av. Hetta er sjálvandi treytað av, at Løgtingið játtar neyðuga fígging til at halda fram við vegagerðini. ??