Á tingfundi í morgin fer Heðin Mortensen at søkja um farloyvi frá Løgtinginum so leingi hann situr sum borgarstjóri í Havn.
Tað merkir, at boð verða eftir Eyðgunn Samuelsen at koma á ting í hansara stað.
Eyðgunn Samuelsen gjørdist nummar 8 á listanum hjá Javnaðarflokkinum á Løgtingsvalinum í 2019, tá flokkurin fekk 7 fólk vald.
Og talan er um ein royndan politikara, sum kemur á ting fyri Heðin Mortensen.
Eyðgunn Samuelsen hevur sitið fleiri skeið í Klaksvíkar býráð og á tingi.
Hon kom á ting sum varafólk eftir valið í 2008, tá hon eisini gjørdist nummar 8 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Tá kom flokkurin í samgongu, trý tingfólk fóru í landsstýrið, og so boð vóru eftir trimum varafólkum.
Á løgtingsvalinum í 2011 var Eyðgunn vald á ting, og somuleiðis á valinum í 2015. Men á løgtingsvalinum seinast misti Javnaðarflokkurin ein tingsess, sum gekk út yvir Eyðgunn Samuelsen, sum gjørdist tvær atkvøður ov stutt til at vinna sessin frá Bjarna Hammer á Tvøroyri. Hon fekk 269 atkbvøður, hann fekk 271.
Í sambandi við at Eyðgunn Samuelsen skal á ting fyri Heðin Mortensen, hevur Javnaðarflokkurin biðið um nýtt nevndarval, tí Heðin Mortensen er limur í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini, og í júst teimum báðum nevndunum kann varafólk ikki taka sessin yvir uttan nýtt nevndarval.
Tá Heðin Mortensen hevur fingið farloyvi, og Eyðgunn Samuelsen komin á ting, verða tvær kvinnur fleiri á tingi. Tí á nýggjárini tók Annika Olsen aftur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin. AV tí at hon áður hevur verið inni sum varafólk og er í farloyvi úr tinginum, meðan hon var borgarstjóri, so er nóg mikið hjá henni at boða tingformanninum frá, at hon aftur tekur sæti á tingi. Tað hevur hon gjørt, og tí er hon tingfólk frá 1. januar at rokna.