Til valið í Sunda Kommunu var bara tann eini listin. Nú atkvøðurnar eru taldar, stendur greitt, at Heðin Zachariasen hevur fingið nógv tær flestu atkvøðurnar. Undan valinum var Heðin favorittur at verða nýggjur borgarstjóri, og skal metast eftir atkvøðunum, so er eingin ivi um, at tað verður júst soleiðis.
Heðin fekk ikki færri enn 176 atkvøður, meðan næsti maðurin, Sonni Samuelsen, fekk 97 atkvøður.
Hini níggju, sum skulu manna nýggja býráðið í Sunda kommunu, eru Elis Hammer, Ulla Joensen, Eyðgerð Mørkøre Kruse, Trúgva Dahl Joensen, Hans David Dam, Tordis Dahl, Asbjørn Djurhuus, Magnus Pauli D. Olsen og Sofus Debes Johannesen.