Hóast tey eru í sama flokki, fer borgarstjórin í Havn at gera alt fyri at forða ætlanunum hjá Helenu Dam á Neystabø, um at flyta partar av sjónvinnuútbúgvingunum til Klaksvíkar.
Tað sigur hann við Sosialin í dag. Við øðrum orðum er lagt upp til opið kríggj í Javnaðarflokkinum. Heðin Mortensen sigur, at tað er í móti fakligum tilmælum, at sjóvinnuútbúgvingarnar verða tægaðar sundur og at ein partur verður fluttur til Klaksvíkar.
Borgarstjórin sigur seg ikki ivast í, at talan er um ein politiskan rossahandil og tí bíðar hann bara eftir, hvat landsstýriskvinnan hevur fingið afturfyri. Við Sosialin sigur Heðin Mortensen, at hóast hann fyrst og fremst er lokalpolitikkari, so fer hann at gera sína ávirkan galdandi á annan enn lokalpolitiskan hátt.
- Eg fari at gera mína ávirkan galdandi, allastaðni, eg kann, eisini í sjálvum Javnaðarflokkinum, sigur Heðin Mortensen við Sosialin.