Heðin og Rógvi heima aftur

Fótbóltur: Vandu í 10 dagar í enska felagnum Queens Park Rangers

Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni eru nú komnir heimaftur, eftir at teir hava verið í enska felagnum Queens Park Rangers og vant.

Teir vóru í felagnum, sum heldur til í London, í 10 dagar. Har vandu teir við 1. og 2. liði.

1. lið spældi nógvar dystir, og tí vandu teir ikki so nógv. Ofta var talan um taktiskar venjingar, og tá sluppu teir báðir føroysku spælararnir ikki við. Men upphitingin var altíð felags, og tá Rógvi og Heðin ikki vandu við 1. liði, vandu teir saman við spælarunum, sum stríðast fyri at koma inn í hitan.

Venjingin var ikki so hørð, og tað gekk væl hjá teimum báðum føroysku spælarunum at fylgja við.


Fleiri avstað

Rógvi og Heðin spældu ein dyst við eykaliðnum. Rógvi byrjaði í álopinum, og tíðliga í fyrra hálvleiki kom Heðin á vøllin. Restina av tíðina mannaðu teir báðir klaksvíkingarnir álopið. Hvørgin skoraði, men tað gekk væl hjá teimum báðum.

Undan ferðini til London vóru Heðin og Rógvi í Svendborg, men har sluppu teir ikki at spæla, tí ein nýggj fyriseting hjá danska fótbóltssambandinum forðaði fyri tí.

Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur lagt ferðina hjá Heðin og Rógva til rættis. Tríggir aðrir ungir spælarar eru nú farnir til Englands at venja. Tað eru Andrew av Fløtum og Bárður Mortansson úr HB og Magnus Poulsen úr B68.

Endamálið ferðunum hjá hesum spælarum er at lata teir sleppa at royna, hvussu tilveran sum yrkisspælari er.

Ætlanin er at senda fleiri aðrar ungar spælarar avstað seinni í ár og tíðliga næsta ár.