Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur ongan trupulleika við framhaldandi at samstarva við Levi Mørk í býráðnum.
Levi Mørk situr í býráðnum í Havn, valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men hevur síðani hann kom í andglettin eftir ófantaligu útsagnirnar, boðað frá, at hann tekur seg úr Javnaðarflokkinum.
Heðin Mortensen sigur, at hann hevur tosað við Levi Mørk, og hevur fingið at vita, at Levi Mørk er famhaldandi sinnaður at arbeiða saman við og stuðla javnaðarflokkinum í býráðnum. Sostatt verður einki broytt í Tórshavnar býráði.
Heðin Mortensen sigur, at Levi Mørk hevur sagt nøkur óheppin ting, men er síðani komin við einari umbering, og at hann torir at taka eina slíka umbering til eftirtektar og halda áfram við at samstarva við Levi Mørk.
- Men eg havi bara tosað við Levi Mørk. Eg havi einki hoyrt frá starvsnevndini hjá Javnaðarflokkinum, og gangi út frá, at eg hoyri frá teimum, um tey hava nøkur onnur sjónarmið, sigur Heðin Mortensen.
Niðurstøðan er sostatt, at inntil víðari hevur Heðin Mortensen ongan trupulleika við at samstarva við Levi Mørk, hóast hann eftir bumbuálopið í Oslo kom við fasistiskum útmeldingum sum ikki sampakka við javnaðarhugsjónina.