Fyrradagin 20. mars fylti Heðin Samuelsen, ættaður úr Horni í Havn 70 ár. Júst hendan tíðin 1937 hevur verið ein góð tíð fyri Føroyar, tí hetta er ikki minni enn triði 70 ára dagurin 19. ,20. og 21. mars, sum er umrøddur í hesum teigi.
Heðin er sonur Petru og Hannis í Horni, og hann er teirra elsta barn. Petra fylti 95 ár tann 19. februar, og tá høvdu vit umrøðu av hennara og harvið hansara ætt. Hon kemur umframt úr Horni eisini frá Gregersen ættini Fyri oman Oyruna í Syðrugøtu.
Heðin var sum ungur niðri og fekk sær roknskaparútbúgving. Tá hann kom heim aftur, fór hann at arbeiða á grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein, har hann var nøkur ár.
Hansara lívsverk gjørdist tó handilsskúlin, og tey munnu vera fá, sum hava sett so ítøkilig fingramerki á føroyska samfelagið sum hann. Heðin tók við sum stjóri á handilsskúlanum fyrst í 1970-unum. Tá var skúlin fyrst og fremst kvøldskúli við “handelsmedhjælpereksamen” sum hægsta prógv.
Heðin hevði greitt visjónir. Fyrst fekk hann uppgraderað kvøldskúlan við møguleika fyri bæði próvtøku í einstøkum greinum og eisini fyri at fáa merkonomprógv. Undirritaði er ein av teimum mongu, sum havi fingið merkonomprógv, sum umframt tær einstøku lærugreinirnar eisini gevur førleika fyri at hugsa eitt sindur sjálvstøðugt.
Næsta stigið hjá Heðin var at fáa dagskúla, har eisini kundi fáast m. a. hægri handilsskúlaprógv. Hesin skúlin húsaðist fyrst í kjallaranum á gomlu Fiskasøluni yviri við Strond, men her gjørdist skjótt ov trongt.
Næsta stig var at fáa ein nýggjan handilsskúla, og hesin gjørdist veruleiki í 1983 í Havn, sum so fekk fylgi av handilsskúla í Eysturoynni nøkur ár seinni. Tað eru hundraðtals um ikki túsundtals næmingar, sum hava fingið prógv her, og hevur hetta uttan iva havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og teir munnu ikki vera so fáir av dagsins vinnulívsmonnum, sum eru sprotnir úr handilsskúlanum.
Heðin ásannaði eisini týdningin av at fáa fiskivinnu í skúlanum, og tískil gjørdist fiskivinna ein tvungin lærugrein í so væl FHS sum HH, og gjørdist handilsskúlin einasti skúli við fiskivinnu sum fastari lærugrein.
Heðin hevur eisini onnur áhugamál, sum t. d. ross, sum upptekur hann nógv. Afturat hesum er tað fótbóltur, hann brennir fyri, og tað sigst at vera HB.
Heðin er giftur við Marin av Sandi, og hava tey børnini Hjørdis gift við Andrass Splidt, Bjørt gift við Peter Østergaard og Dánjal giftur við Barbaru Vang, og tey eiga tilsamans 7 børn.
Sum ættaður úr Horni og av Gregersenættini í Gøtu hevur Heðin eitt lætt lyndi, sum ger hann lættan at vera saman við.
Hóast í seinna lagi verður ynskt Heðini tillukku við teimum 70 árunum. Kenna vit hann rætt leggur hann ikki árarnar inn fyri tað!
ó.