Heðin skilir Elspu

Vónin er enn til staðar. Men tað verður hvørki í dag ella í morgin, at Føroyar fáa olympiskan limaskap, sigur ÍSF-forsetin

Føroyskur ítróttur veittrar farvæl til ein av fremstu einstaklingum okkara, nú Elspa Mørkøre hevur gjørt at fara á danska svimjilandsliðið.

Høvuðsorsøkina til hetta sigur Elspa verða møguleikin at kappast í OL í 2012. Ein møguleiki, sum Føroyar ikki kunnu bjóða henni í dag.

Olympiskur limaskapur er tó nakað, sum ÍSF hevur arbeitt við í longri tíð. Men hóast vónin um hendan ikki er slept enn, so sigur ÍSF-forsetin seg skilja avgerðina hjá Elspu Mørkøre.

- Í útgangsstøðinum eru treytirnar hjá IOC (altjóða olympisku nevndini), at tú skalt vera sjálvstøðugur limur í ST, um tú skalt fáa olympiskan limaskap. Tað eru vit ikki, men vit hava so eina umsókn liggjandi, sum varð send inn eftir gomlu upptøkutreytunum. Tað sama hevur Gibraltar, og í seinastu longu tíðina hava vit bíðað eftir útfallinum av stevningini, sum Gibraltar hevur latið IOC. Vinnur teirra umsókn frama, ger okkara tað helst eisini, sigur Heðin Mortensen, ÍSF-forseti.

Hann leggur tó dent á, at skuldu Føroyar blivið sjálvstøðug tjóð, so er hetta heldur eingin trygd fyri, at vit kunnu fáa altjóða limaskap.

- Verandi umsóknin er helst einasti møguleiki, sum vit hava. Í dag er støðan tann, at IOC als ikki er serliga fegið um at fáa fleiri smátjóðir sum limir. Og tí er spurningurin, um vit í dag høvdu havt nakran møguleika, hóast kravið um ST-limaskap verður lokið. Í so máta er IOC ein væl meira stongdur felagsskapur enn so nógvir aðrir. Flestu sersambond okkara kunnu jú kappast til bæði HM og aðrar kappingar. Men til OL sleppa vit altso ikki í verandi støðu.


Skilir Elspu

Og í ítøkiliga døminum um Elspu Mørkøre sigur Heðin Mortensen, at hann sum so væl skilir avgerðina.

- Fyrst og fremst, so er tað ein persónlig avgerð, sum Elspa hevur tikið. Og tí er tað ikki avgerandi, um vit onnur eru samd ella ikki. Men hon sigur seg hava ein dreym um at kappast til OL, og tað er nakað, sum Føroyar ikki kunnu bjóða henni í verandi støðu. Og hóast vit enn hava vónina um, at vit kunnu fáa IOC-limaskap, so verður tað hvørki í dag ella í morgin. Og ein svimjari kann jú ikki bíða í óavmarkað áramál eftir hesum møguleikanum.

- Og sjálvandi ynskja vit henni alt tað besta. Tað vildi verið stuttligt, um hon í framtíðini megnar at svimja seg heilt fram í oddin, men samstundis vil tað verða ein løgin kensla, um vit síggja ein føroying á olympiska pallinum umboðandi Dannebrog og ikki Merkið, sigur Heðin.


Mynd: Heðin Mortensen

Olympiskur limaskapur hevur leingi verið eitt hjartamál hjá Heðini Mortensen. Men enn er hesin ikki komin, og sum hann tekur til sjálvur, so verður tað hvørki í dag ella í morgin, at hetta verður veruleiki