Í morgin er tann stóri dagurin komin, tá ið seinasta skotið verður latið av í Eysturoyartunlinum. Tað verður klokkan seks í annaðkvøld og hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Har verður stórskíggi settur upp har tað fer at bera til at fylgja við, tá seinasta skotið verður latið av.
Skotið verður latið av 5.274 metrar inni í Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi, sigur tunlafelagið í eini fráboðan í dag.
– Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, tí nu er liðugt at bora tunnilin og samstundis er arbeiðið við at gera tunnilin lidnan, eisini komið væl áleiðis, sigur felagið.
Á hátíðarhaldinum fara Bergur Poulsen nevndarformaður í tunlafelagnum, Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum og Niklas Foldbo, ein av undangongumonnunum at fáa tunnilin, at halda røðu.
Og so verður tað Heðin Mortensen sjálvur, sum fær heiðurin av at lat seinasta skotið av.