Tað er nú greitt, at Chris Muomaife, sum er toppskjútti hjá ÍF í ár, ikki verður á liðnum hjá fuglfirðingum, sum klokkan 18 skulu spæla steypafinalu ímóti EB/Streymi. Chris hevur roynt at hita upp, men tað gekk ikki, og harvið eru fuglfirðingar noyddir at finna aðra loysn. Fremsti fuglfirðingurin í kvøld verður Høgni Zachariasen, sum onkra ferðina fyrr í ár hevur verið í álopinum. Høgni hevur annars verið miðvallari og seinni miðverji og vongverji í vinstru.
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, er púra greiður í sínum ætlanum:
- Talan er um ein dyst, har alt skal avgerast, og tí fara vit at leypa á. Vit vóna, at tað fer at eydnast at fáa álopsspælið at rigga, tí vit ætla sjálvir at avgera henda dystin.
Bæði teir í ÍF og EB/Streymi staðfesta, at tað hevði verið sera kærkomið longu í kvøld at tryggja sær rættin at luttaka í altjóða fótbólti næsta ár. Bæði EB/Streymur og ÍF hava í summar spælt í europeisku kappingini.
Tað er sera nógv fólk kring vøllin í Klaksvík. Lagið er gott, og Klaksvíkar Hornorkestur ger við sínum spæli sítt til, at rómin skal vera góður.
ÍF-EB/Streymur kl. 18.00
Finala um løgmanssteypið í Klaksvík
Dómari: Lars Múller
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Løkin, Alexander Jovevic, Frank Poulsen - Dánjal á Lakjuni, Høgni Zachariasen, Nenad Saric
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex Dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Daniel Udsen - Levi Hanssen, Arnbjørn T. Hansen, Hans Pauli Samuelsen