Heðin er farin at leita eftir handskunum

1.deild menn: AB byrjar av nýggjum til komandi kappingarár – og tó

Argjafólk skulu fyrireika seg til eitt kappingarár í næstbestu deildini komandi kappingarár. Nógvu útlendsku spælararnir væntasta ikki at halda fram, meðan tað í størri mun verða ungir argjamenn, sum skulu lyfta arvin.

 

Ein teirra er tó ikki ungur, tó at hann er ein kendur maður Inni í Vika. Tað er 34 ára gamli Heðin Stenberg. Hann hevur sambært AB valt at taka eitt tak afturat fyri AB.

 

- Heðin er við at verða gamal í garði í fótbóltshøpi, men hann er kortini ikki meira enn 34 ára gamal. Síðstu árini hevur hann ikki spælt so nógv vegna skaðatrupulleikar, men í ár kom hann upp í part aftur, har hann sat á bonkinum í nøkrum dystum, og síðstu tvey umførini vardi Heðin málið í dystunum ímóti B68 og B36, skrivar AB.

 

- Við sínum 217 dystum á besta mansliðnum er Heðin tann spælarin, ið hevur spælt næstflestar dystir fyri AB. Tann einasti, sum hevur spælt fleiri dystir, er eldri bróðurin, Jónas Stenberg, ið hevur spælt 323 dystir. Vit fegnast um, at ein so royndur leikari sum Heðin hevur bundið seg til at gera sítt til, at AB aftur fer at vinna sær sæti í bestu deildini.

 

AB hevur longt sáttmálan við 19 ára gamla Dánjal Danielsen, ið væntast at fáa størri leiklut komandi ár.