Heðin er stóra hetjan hjá KÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Heðin Klakstein skoraði, og vann eitt brotsspark fyri KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 hevði við unga, stóra álopstalentið hjá KÍ, Heðin Klakstein, sum  skoraði, og vann eitt brotsspark fyri KÍ, tá KÍ á útivølli suðuri í Vági vann 2-0 á FC Suðuroy.

 

Heðin fegnast um, at tað eydnaðist at koma á odda í mótvindinum teir høvdu í fyrra hálvleiki. Nú eru teir í KÍ bert tvey stig aftanfyri HB í stríðnum um gylta fjórða plássið, sum gevur atgongd til Evropa komandi ár, og ímóti AB hóskvøldið norðuri í Klaksvík er arbeiðssetningurin greiður: trý stig skulu á kontuna.

 

Í samrøðuni greiðir Heðin eisini frá 2-0 málinum hjá sær.