Heðin heldur fram í HB

Stinni miðvallarin verður í HB í hvussu so er til og við 2023

Hann verður roknaður at vera ein av lyklaspælarunum í HB. Talan er um sentrala og verjukenda miðvallaran Heðin Hansen. Fyrsta partin av hesum kappingarárinum var hann skaddur. Tá ið hann var komin fyri seg, sást tað á HB spælinum, og avrikini hjá Heðini bóru við sær, at Håkan Ericson sendi boð eftir honum at spæla á landsliðnum.

 

Í HB er Heðin høgt skattaður, og nú hava greipuvinnararnir tryggjað sær, at lyklaspælarin á miðvøllinum eisini verður í reyðu og svørtu troyggjuni næstu árini. HB boðar frá, at sáttmáli er undirskrivaður millum Heðin Hansen og felagið, sum ber við sær, at Heðin verður í HB í hvussu so er fram til og við 2023.

 

27 ára gamli Heðin Hansen hevur spælt við í níggju landskappingardystum í bestu deildini og einum í kappingini um løgmanssteypið. Tilsaman hevur hann spælt 195 dystir í landskappingin í bestu deildini og skorað 26 mál, 31 í steypakappingini og skorað sjey mál, seks stórsteypadystir og 19 í europeisku kappingunum. Hann hevur spælt fimm ferðir á A-landsliðnum og tríggjar U-21 landsdystir.