Heðin í øðini um leikbannið hjá Heina

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Heðin Askham, aftaná sigurin ímóti NSÍ

Tað var ein fegin høvuðsvenjari hjá HB, sum Tróndur Arge fekk orðið á, aftaná lið hansara hevði vunnið ein týdningarmiklan 2-1 útisigur á NSÍ í Runavík.

 

Heðin Askham fegnast um, at mennirnir, sum hava fingið møguleikan, nú aðrir spælarar eru skaddir vísa sítt virðið. Heðin undirstrikar, at nú verður talan um eina sera týdningarmikla viku hjá HB. Fyrst er seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið á skránni ímóti B68 mikukvøldið, og komandi sunnudag verður oddadystur ímóti B36 í Gundadali.

 

Heðin er tó harmur um at verða Heina Vatnsdal fyri uttan komandi tveir dystirnar, sum fekk tríggja daga leikbann, fyri reyða kortið ímóti EB/Streymi seinasta dyst. Heðin heldur talan verða um alt ov harða revsing.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Heðin Askham segði við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst hoyrist frásøgnin av 2-1 sigursmálinum hjá Fróða Benjaminsen. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Jens Martin Knudsen var viðmerkjari.