Heðin Kambsdal í Gamla Seglhúsinum

So er tað í dag at listaframsýningin við Heðin Kambsdal letur upp

Fernisering verður í dag klokkan 16:00 og kemur Dávur Winther formaður í Norðoya Listafelag at røða.

 

Sangbólkurin SUÐ syrgir fyri tónleikinum og verður umframt okkurt leskandi til góman.

 

Talan er um oljumálningar og hongur framsýningin uppi fram til 20. Mai.

 

Framsýningin kann vitjast yrkadagar frá 14:00 ti 17:00 og sunnudagar frá 15:00 til 18:00.

 

Um ikki liggur fyri ásettu tíðirnar, eru tit hjartaliga vælkomin at ringja 217055 (Símun).

 

Hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Seglhúsinum.