Heðin Mortensen hevur metið í øllum kongaríkinum

Eingin hevur sitið so leingi í einum kommunustýri, sum Heðin Mortensen

Hann hevur metið í Havn, í Føroyum – ja í øllum kongaríkinum.

Í morgin klokkan 15 til klokkan 18 verður almenn móttøka fyri Heðini Mortensen í Høllini á Hálsi í Havn. Tað er Tórshavnar býráð, sum bjóðar, í sambandi við, at Heðin Mortensen á nýggjárinum hevði sitið í Tórshavnar býráð í 50 ár út í eitt.

Hann varð valdur fyrstu ferð í Tórshavnar býráð 8. desember í 1972 fyri Uttanflokkalistan hjá Peturi í Gong. Hann varð afturvaldur í 1976, 1980, 1984, 1988, 1992, 1996, 2000, 2004, 2008, 2012, 2016 og í 2020 – ella tilsamans er hann valdur 12 ferðir í Tórshavnar býráð. Fyrstu fyri Uttanflokkalistan, frá 1988 fyri Sambandsflokkin og frá 2008 fyri Javnaðarflokkin.

Heðin Mortensen er eisini tann, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri í Tórshavnar býráð. Hann hevur verið borgarstjóri í 14 ár. Poul Michelsen er næstur, hann sat í 12 ár frá 1981-92 og Mads Andreas Jacobsen sat í 11 ár og fimm mánaðir frá 1933-44 – hann andaðist meðan hann sat sum borgarstjóri 31. mai í 1944.

Í Føroyum hevur eingin sitið í kommunustýri í 50 ár sum Heðin Mortensen. Nú hevur Kommunufelagið spurt seg fyri hjá systurfelagnum í Danmark, um tey vita nakað fordømi í Danmark. Men har er heldur eingin, sum tekur Heðin Mortensen, men næstan. Tí ein býráðslimur í Danmark, sum enn er virkin, hevur sitið í kommunustýri í 49 ár. Men eingin hevur sitið longri enn Heðin Mortensen.

Tórshavnar býráð skrivar, at harvið kann staðfestast, at Heðin Mortensen hevur metið sum longst sitandi býráðslimur í øllum ríkisfelagsskapinum.

– Í morgin, fríggjadagin 3. februar, millum klokkan 15 og 18 er høvið hjá øllum at støkka inn á gólvið í høllini á Hálsi at heilsa upp á borgarstjóran, skrivar Tórshavnar kommuna.