– Máttmikil og nalvaskoðandi. Hann happar, niðurger og speirekur tey, sum hava aðra áskoðan enn hann.
Tað er skoðsmálið, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn fær frá tjóðveldisumboðunum í Tórshavnar býráð eftir orrustuna, sum nú stóðst av uppskoti Tjóðveldis um at kanna, um tað ber til at gera eina góðshavn á Sundi heldur enn í Havn.
Í lesarabrævi í kvøld, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER, sigu tey trý tjóðveldisumboðini í Tórshavnar býráð, Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, at tað stendur fast, at Tórshavnar havn hevur ikki fingið øll neyðug loyvi til havnarbyggingina í Havn, og byggisamtyktin, sum er gjørd til at heimila fastasifátæka projektinum har, er ikki góðkend av landsins býarskipanarnevnd.
– Tí er framvegis lítil meining í hjá Tórshavnar býráð yvir háls og herðar at samtykkja eitt byggiprogramm til eina verkætlan, sum ikki er heimilað, og játta seks milliónir krónur til at projektera hesa somu ætlan við vanda fyri at brúka pengarnar til fánýtis, siga tey trý.
Tey siga víðari, at tað stendur eisini fast, at Tórshavnar havn við vælsignilsi frá borgarstjóranum hevur arbeitt ítøkiliga við byggiætlanini út fyri Skansanum og Skansabryggjuni uttan so mikið, sum at skeita eftir øðrum møguleikum í Tórshavnar kommunu.
– Einastu kanningar, sum gjørdar eru, hava snúð seg um Skansabryggjuna v.m. og viðurskiftini har.
– Tað er als ikki vist, at hetta projekt er tað besta fyri Tórshavnar bý og Tórshavnar kommunu. Kostnaðurin er longu nú settur til 450 milliónir krónur, men hann verður ætlandi mangt slíkt, tá liðugt skal verða í 2018. Óvissurnar í byggiskránni eru nógvar, og tí er nógv enn, sum skal loysa seg í sjónum, sum norðmaðurin segði, siga tey trý.
Lesarabrævið hjá teimum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Lesið eisini: Einans rímiligt at kanna aðrar møguleikar
Lesið eisini: Tey drepa Havnina
Lesið eisini: Tjóðveldi vil kanna bingjuhavn á Sundi