Málverjin hjá AB, Heðin Stenberg ásannaði, at teir hjá AB høvdu mist eina 2-0 leiðslu, og harvið tvey stig, aftaná 2-2 javnleikin ímóti Víkingi á útivølli.
Heðin Stenberg staðfesti, at teir koyrdu troyttir í seinna hálvleiki. Tó varð hann fegin um at koma enn eitt stig burtur frá Skála og B68. Hann fegnast um, at AB hevur fingið stig í teimum seinastu sjey dystunum. - Eg gleði meg til dystin ímóti B36 mikukvøldið, og nú fara vit eftir at koppa teimum, segði Heðin Stenberg við Trónd Arge á Rás2.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Heðin Stenberg.