Heðin sáar iva um Eysturoyartunnilin

Spyr landsstýrismannin um nyttuvirðið av Eysturoyartunlinum.

- Metir landsstýrmaðurin, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eysturoyartunnilin, har gott vegasamand longu er frammanundan?


Tað er ein av seks spurningum, ið løgtingsmaðurin og borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, í dag hevur sett landsstýrismanninum í innlendismálum, Henrik Old, um Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar.


Í høvuðsheitum kunnu spurningarnir hjá nývalda tingmanninum býtast upp í tvey. Meginparturin av spurningunum snúgva seg um Eysturoyartunnilin, har tingmaður sáar iva um, hvørs tað er rætt at geva tunlinum hægstu raðfesting, meðan hin bólkurin av spurningum snýr seg um møguleikan at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin.


Í viðmerkingunum til spurningarnar skrivar Heðin Mortensen, at fólk í vinnuni meta, at samlaði kostnaðurin fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag liggur um tríggjar milliardir krónur.


- Verður samanborið við norskar prísir, so meta fólk í vinnuni, at samlaði kostnaðurin fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag liggur um 3 miljardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera 3-sporaður. Tað merkir, at kostnaðurin eftir stuttari tíð er hækkaður við triðingi. Sera ivasamt er tí, hvat endaligi prísurin verður.


Tískil metir løgtingsmaðurin, at tað er neyðugt at kanna nyttuvirðið av tunlinum áðrenn endalig støða verður tikin og hvørs Eysturoyartunnilin eigur at vera tikin framum Sandoyartunnilin.


Hetta eru spurningarnir:


1. Er nøkur nýggj kostnaðarmeting gjørd av ávíkavist Eysturoyar- og Sandoyartunlinum?

2. Er nøkur nýggj kanning gjørd um nytturvirðið av Eysturoyartunlinum?

3. Er linjuføringin av Eysturoyartunlinum endaliga staðfest?

4. Er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin ikki skal liggja um Hest, og vórðu kanningar um skaktir ella spiralar gjørdar í hesum sambandi?

5. Metir landsstýrmaðurin, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eysturoyartunnilin, har gott vegasamand longu er frammanundan?

6. Metir landsstýrismaðurin at Eysturoyartunnilin samfelagsbúskaparliga eigur at hava hægstu raðfesting, tá hugsað verður framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suðuroyar?