AB og B36 spældu í gjár umstríddan 1-1 javnleik í 9. umfari í Effo-deildini. Dysturin fekk ein dramatiska enda, tá AB fekk brotsspark langt inni í yviríðini.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Heðin Stenberg, málverji hjá AB, var komin framvið og setti høvdið á bóltin, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Málverjin er ikki í iva um, at talan er um brotsspark.
Les eisini: Samandráttur B36-AB 1-1
Talan var annars ikki um nakran væl spældan dyst. Tó so, so var talan um vakurt fríspark, tá Hans Pauli Samuelsen legði B36 á odda í seinna hálvleiki.
Les eisini: Eru prísgivnir við dómaraavgerðir
Dómarin legði fimm minuttir afturat, og í tí tíðini fekk AB brotssparkið, sum B36 spælararnir als ikki vóru nøgdir við. Jógvan Skeel Nolsøe umsetti til mál.
B36-AB 1-1 (0-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 56.
1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 90.