Starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu vóru á fundi fríggjadagin kunnað um, at ætlanin er at flyta alla umsitingina í Tórshavnar kommunu í gamla Saltsølubygningin á Vestaru bryggju.
Higartil hevur umsitingin húsast á Káta Horninum, í gamla Posthúsbygninginum, á Meiarínum og á ráðhúsinum á Vaglinum, men fyri tveimum árum síðani keypti Tórshavnar kommuna bygningin hjá BankNordik í miðbýnum, sum er umbygdur til at hýsa pørtum av umsitingini hjá býráðnum.
Heðin Mortensen segði við Rás 2 fyrr í dag, at umsitingin hjá kommuni var miðsavna í miðbýnum, men tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar, so øktist starvsfólkahópurin so nógv, at tað ikki bara til longur. Men nú nýggja Sjóvinnuhúsinum verður tikið er brúk, so er tað ein møguleiki aftur, ið man umhugsar í kommununi.
- Vit hava hugsað um handan møguleikan. Hann er ikki tikin enn, tað hevur ongin politisk viðgerð av tí heldur. Men Tórshavnar Havn hevur innrættað Sjóvinnuhúsið, og tað eru fimm hæddir har úti. Tað eru yvir 7000 fermetrar, ið vit innrætta har úti, segði Heðin Mortensen við Rás 2 og legði aftrat.
- Skulu vit prøva einaferð aftrat at samla alla umsitingina undir ein hatt, so er har ein møguleiki, at vit fáa tvær kanska tríggjar tær ovastu hæddirnar, og so leiga vit restina út.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Heðin Mortensen við at trýsta á pílin undir myndina.