USA
Hevur amerikanski forsetin heimild til at geva trygdartænastuni NSA loyvi til at avlurta telefonina hjá einstøkum persónum?
Hesin spurningurin hevur fingið nógva umrøðu í amerikonskum fjølmiðlum, síðani tað kom fram, at forsetin hevði givið NSA loyvi til at lurta eftir telefonsamrøðum hjá persónum, sum møguliga kundu setast í samband við yvirgang. Forsetin heldur uppá, at hann fekk hesa heimildina frá Kongressini aftan á atsóknina 11. september í 2001, men demokratarnir og fleiri hóvligir republikanarar í Kongressini siga, at slíka heimild hevur hann ikki fingið.
Fyrrverandi varaforsetin Al Gore heldur málið vera so álvarssamt, at hann mælir Alberto Gonzales, løgmálaráðharra til at lata ein óheftan ákæra kanna málið. Áðrenn hann gjørdist løgmálaráðharri, var Gonzales løgfrøðiligur ráðgevi hjá forsetanum, og tí kann hansara niðurstøða ikki metast sum óheft, sigur Al Gore.