Hóast hesa kunngerð, so helt sjónvarpið hjá Kringvarpinum, at Øssur Winthereig – nú beint upp undir løgtingsvalið – er ein hóskandi miðlaserfrøðingur, sum púra óheftur kann greina, um Kaj Leo Johannesen, løgmaður – og størsti politiski mótstøðumaðurin hjá tjóðveldismanninum Øssuri Winthereig – ger nakað skeivt, tá hann áleggur øllum almennum leiðarum ikki at samskifta við Paul Watson og Sea Shepherd.
Øssur Winthereig var samdur við løgmanni um, at hetta helst var frægasta loysnin ikki at tosa við hasi fólkini, men reisti tó spurningin, um tað var rætt at áleggja munnkurv soleiðis.
Tað sum hyggjarin situr eftir við er:
Var hetta eitt politiskt slysálop á løgmann frá einum tjóðveldismanni, ella ein óheft meting frá einum miðlaserfrøðingi.
Eitt sindur kiksað prioritering av sjónvarpinum. Í øllum førum áttu annaðhvørt verturin ella Øssur Winthereig sjálvur at upplýst, at hann er valevni fyri Tjóðveldi.