Tað tyktist sum vit høvdu tamarhald á dystinum, men so javna teir uppá eitt býtt brotsspark. Orðini eigur hjálparvenjarin hjá føroyska U21-landsliðnum, Hegga Samuelsen sum í dag mátti geva øll boð frá síðulinjuni. Høvuðsvenjarin, Eli Hentze mátti síggja dystin frá áskoðaraplássunum.
Hegga Samuelsen heldur, at føroysku U21-spælararnir vildu vinna, og teir stríddust manniliga, men helst vóru teir yvirtendraðir í summum støðum, og tað kostaði.
Hegga Samuelsen væntar ein sera torføran dyst ímóti Danmark í Ålborg týsdagin klokkan 17. Danmark kann við sigri vinna undanbólk 3, og tí verður tað eitt sera motiverað danskt lið Føroyar møta týsdagin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hegga Samuelsen beinleiðis á FM1 aftaná 2-2 javnleikin ímóti Litava.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bjarna Petersen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen